Lýsing
Lýsing
Lýsing
Shen Kuo var vísindamaður og statsmaður. Hann sá babmustrø runnin í stein (fossil) og kom eftir, at veðurlagið var broytandi. | Mynd: lapham´s quarterly

Veðurlagsbroytingar – ikki nakað nýtt!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.04.2019 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Seinastu mongu árini hevur verið nógv tosað veðurlagsbroytingar.

Flestu okkara hava eina hugsan – bæði um veðrið og um veðurlagsbroytingar. Í tíðindum – í bløðum og bókum, á portalum og í sjónvarpi hevur verið nógv gjørt burtur úr hesum. Tá ið okkurt í veðrinum hevur verið óvanligt ella ógvusligt ella bara sæð eitt sindur løgið út, so hava mong givið veðurlagsbroytingum skyldina.

Kjakið millum fólk um veðurlagsbroytingar er meiri enn bara viðhvørt farið av sporinum. Vaksandi útlátið av m.a. CO2 hevur fingið størstu skyldina fyri vaksandi hitanum á jørðini, og tað eru eisini mong fólk, ið als ikki trúgva hesum – heldur ikki, at hitin yvirhøvur er vaksandi.

Veðurlagsbroytingarnar, sum eru á okkara døgum, merkjast best í økjunum kring pólarnar, men einki stað á jørðini sleppur heilt undan teimum.

Veðurfrøðingar hava gjørt nógvar kanningar av veðrinum hvønn dag tey seinastu 400 árini ella so fyri at siga okkum, hvussu veðrið er, og hvussu tað fer at verða næstu dagarnar.

Allar kanningarnar av veðrinum seinastu 4-5 ættarliðini eru goymdar, og nógvar samanberingar eru gjørdar. Hvussu veðrið og veðurlagið hevur verið í fornari tíð, kann eisini kannast í m.a. kanningum av innlandsísi.

Tað er ikki nýtt, at fólk hava sæð, at veðurlagið broytist. Í einum riti skrivaði kinverjin, Shen Kuo, í 1088 um broytandi veðurlag. Hann var væl og lærdur, og hann visti væl. Longu fyri 1000 árum síðan ávaraði hann um øktan eftirspuring eftir viði at brenna, at hann skeyt upp at fordeila skóghøggingina yvir fleiri skógir, ella kundi vera gali.

Hann gjørdi kanningar av veðrinum í fleiri økjum í Kina. Í onkrum útgevstri sá hann m.a. leivdirnar av bambustrøum – hóast hesi trø ikki vuksu í økinum. Tað var ov kalt til tað. So má veðurlagið vera broytt, síðan tey festu røtur, skrivaði hann stutt eftir, at Sigmund kristnaði Føroyar.

Tað hann sá og skrivaði broytti mongum í eysturlondum og her í vesturheiminum vanahugsan, at veðurlagið var óbroytandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…