Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar mugu sleppa vanahugsan og nalvaskoðan

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.04.2019 - 12:17 Lesarabrøv Politikkur

Nú undirstøði í landinum er um at koma har til, at miðøkið í landinum ikki einans umfatar økið, sum er eitt hanagleiv frá sólklokkuni í klettinum á Tinganesi, har høvdingar úr øllum landinum í fornari tíð savnaðust til tátíðar ”politisku” samráðingar og samtalur, er tíðin komin til at vit læra okkum at hugsað út frá tí støðu, sum vit sum tjóð hava ment okkum til.

Tá nýggji Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk verður tað einans hálvur tími at koyra av Vaglinum í Havn til miðbýin í Klaksvík.

Hetta merkir at vit ikki longur landafrøðiliga og mentalt kunnu tosað um Klaksvík sum ein útjaðara og Tórshavn sum ein miðstað ella umvent. Klaksvík og Tórshavn verða nú partur av einum miðstaðarøkið og tí gevur sentraliseringin av almennum stovnum og byggiverkætlanum í høvuðsstaðnum als onga meining.

Tað at almennu føroyar keypa ella byggja ein Rolls Roys tá almenn byggiætlan verður knæsett í høvuðsstaðnum og senda almennar tænastur til Klaksvíkar at húsast í leigaðum ”Lada bilum” má halda uppat.

Reint fíggjarliga gevur tað heldur ikki meining at trýsta fleiri almennar byggiætlanir saman júst har sum dýrast er at byggja.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík. Norðoyggjar høvdu tá síðani 1871 havt læknahús á umleið sama stað
 har læknahúsini standa ídag. Her búði økislæknin, ið røkti allar Norðoyggjar. Norðoyingar vildu meira enn eitt 
læknahús og ynski um eitt sjúkrahús lá frammarlaga. Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu
komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús.

Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak saman við Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd
 mitt í 1890’unum. Stóri ígongdsetarin av tiltakinum var læknin Bartsch, sum starvaðist sum økislækni í
Norðoyggjum frá 1891 til 1898.

Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á 
kistubotninum til at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Samstundis sum sjúkrahúsverkið í Suðuroynni og Tórshavn er endurnýggja frá grundini og nýggir og tíðandi  sjúkrahúsbygningar eru bygdir, er nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum í Klaksvík framvegis frá miðskeiðis úr farnu øld. Seinast útbygging ella nýbygging var gjørd á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fyrst
í 1960'unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980'unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu. Heimið er bygt afturat 
sjúkrahúsinum og fekk sjúkrahúsið tá saman við røktarheiminum betri umstøður á fleiri økjum, m.a. stórkøk,
goymslur, kapell, felagshøli o.s.v.

Undir seinastu samgongu vóru tveittar 15 mió. kr. til Klaksvíkar at umvæla deild av Klaksvíkar Sjúkrahúsið og fyri kortum eydnaðist tað næstan Heilsumálaráðnum, at tøma og niðurleggja vælvirkandi kommunulæknamiðstøðina í Klaksvík, sum kostaði kommununi tjúvutals milliónir krónir at byggja. Fyri 15 milliónir krónir skuldu fýra kommunulæknar trokast inn á sjúkrahúsið. Hetta hevði verið einki minni enn ein skandala fyri heilsutænastuna og serliga sjúkrahúsverki á staðnum. Tá læknar og heilsustarvsfólk í  Klaksvík mótmæltu hesi niður lagingini av heilsuverkinum gjørdi landsstýriskvinnan ikki mætari enn at hon strikaði tær 15 mió. Kr. sum avsettar vóru til Klaksvíkar Sjúkrahús – tí norðoyingar vóru so ótakknemligir fyri at hon hevði játta teimum peningin og dittað sær enntá at hava eina meining um hvat peningurin skuldi brúkast til.

 

Tjóðleikhús

Tað er ein sannroynd at síðan glæsiliga Norðurlandahúsið lat upp í høvuðsstaðnum hevur sjónleikurin havt tað trupult kring landið. Um tað er orsaka av Norðurlandahúsinum skal verða ósagt, men hóast tað seinastu árini er fari at spretta so smátt inn sjónleikin í Klaksvík, fyllur hann ikki líka nógv í Klaksvík, sum hann gjørdi áðrenn Norðurlandahúsið varð bygt.

Nú ætlanin er at byggja nýtt Tjóðleikhús sker tað í hjartað at síggja hvussu bundin sokallað landspolitiska skipanin er av vanahugsan og enn sum áður er vanahugsan stýrandi og alt alment virksemið skal trokast saman á einum stað.

Miðbýurin í Tórshavn er tætt bygdir og gerandisdagar og í vikuskiftinum er ógjørligt at fáa eitt parkeringspláss, um tú ætlar at brúka ápostlarnar í meira enn ein tíma í senn í høvuðsstaðnum.

20/30 minuttir koyring frá SMS, liggur skjótt miðbýurin í Klaksvík, sum næstan er óbygdur. Klaksvíkar Kommuna hevur lagt stóra orku í at skipað framtíðar byggingina soleiðis at hon er vælskipað arkitektoniskt. Nýggj grøn orkuskipan stendur júst klár til at verma allar bygningar úr miðbýnum og niðan oyð og í framtíðini er málið at hendan orkuskipanin skal at hita allan býin.

Tí er Klaksvík staðið har nýggja Tjóðleikara húsið sjálvsagt átti at ligið, eitt steinkast frá nýggja mentanarhúsinum, sum Klaksvíkin saman við øðrum játtandi stovnum í ríkinum lata byggja.

Men hóast stóru framstigini sum tikin eru í samband við undirstøðukervið í Føroyum, verða vit framvegis stýrd av vanahugsandi politikarum, sum ikki megnað at síggja upp um smáu bakkarnar og nesini, sum innibyrgja høvuðsstaðin og hámentanina í landinum bæði landafrøðiliga og andaliga.

 

John William Joensen

Prentari 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…