Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hitalagið á jørðini síðan 1880 hevur verið skiftandi - fyri tað mesta uppeftirgangandi. Miðalhitin hetta tíðarskeiðið er øktur umleið 0,8 stig. | Mynd: ToughtCo

Skiftandi hitalag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.04.2019 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Veðurfrøði (meteorology) er kanning av veðrinum í dag og nakrar dagar fram. Í strembanini at gera hetta so gott sum gjørligt, er nógvar kanningar gjørdar.

Fólk hava skrivað, hvussu veðrið hevur verið tey seinastu 400 árini ella so. Ein kann altíð seta spurnartekin við góðskuna av mátingunum – bæði teim gomlu og teim nýggju – men tað verður altíð roynt at gera hetta á allarbesta hátt við bestu tólunum.

Mátingarnar tey seinastu 50 árini eru í allarbestu góðsku og eru mettar sum sera álítandi. Afturat bestu mátitólinum eru eisini fylgissveinar brúktir.

Veðurstøðir kring heimin – serliga í vesturheiminum hava sett saman tølini, sum eru fingin til vega, tá ið veðrið er kannað.


Hitalagið á jørðini síðan 1880Á myndini omanfyri er hitalagið á jørðini 1880 til 2011. Upp- og niðureftir, men eingin ivi er um eina øking à 0,8 stig. 

Á strikumyndini sæst, at hitalagið kring heimin øktiskt eitt sindur í 1920/30 og legði seg á eitt støði, sum var 0,2 stig omanfyri.

Eftir tað var hitalagið aftur eitt sindur støðugt, til vit koma til 1980ini, Tá fór miðalhitin á jørðini aftur at ganga uppeftir. Enn sæst eingin endi á økingini.

Tað eru tøl fyri hitalagið í Føroyum eisini, og samanberingar kunnu gerast.

Eitt lop er í strikumyndini í 1941. Tá var hitin eitt sindur oman fyri miðal í august mánað í Føroyum, og tað var væl minni av avfalli.  

Lægsti miðalhitin er umleið 1912. Í Føroyum var miðalhitin í august eitt sindur undir miðal hetta árið, og tað regnaði eitt sindur meiri enn miðal.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund