Lýsing
Lýsing

Remis í toppdysti

SKRIVAÐ: Suni Merkistein  |  16.04.2019 - 15:16 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Talvið millum favorittarnar Helga Dam Ziska og lettlendska stómeistaran Normunds Miezis í triðja umfari í FM-kappingini í talvi í gjár endaði javnt. Helgi bjóðaði remis longu í tólvta leiki. Mestur hava báðir gingið í remistonkum longu áðrenn talvið byrjaði. 

Føroyskir talvfjepparar høvdu helst vónað, at okkara toppseedaði stórmeistari fór at leggja eitt sindur meira fyri í oddabrakinum, serliga nú hann longu er farin eitt hálvt stig afturum Miesiz. Men líkt er til, at Helgi setti seg ikki føran at vinna við svarta fólkinum móti tí næstbesta.

Hans Kristian og Olaf

Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg hava verið rættir brandar higartil. Báðir hava koppað sterkum útlendskum mótstøðumonnum, og Olaf lá á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini. Men tá ið teir báðir brustu saman í triðja umfari í gjár, lá Hans Kristian omaná.

Carl Eli noyddist eisini at lúta fyri danska stórmeistaranum Carsten Høi, og sama var hjá Sjúrði móti svianum Drazen Dragicevic.

 

Støðan í FM-landsliðsbólkinum eftir trý umfør:

GM Normunds Miezis (Lettland) 2½ stig

GM Helgi Dam Ziska, HT 2

GM Carsten Høj (Danmark) 2

Hans Kristian Simonsen, KT 2

FM Olaf Berg, HT 2

Drazen Dragicevic (Svøríki) 1

FM Carl Eli Samuelsen, HT ½

Sjúrður Thorsteinsson, HT 0

Fjórða umfar er í dag. Byrjað verður klokkan 17:00. Tá verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum (fyrrnevndi hevur hvíta fólkið):

Helgi - Sjúrður

Hans Kristian - Dragicevic

Carl Eli - Olaf

Miezis - Høi

 

Luitjen fremstur

Í 1. bólki er hin 13 ára gamli Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag á odda. Hann hevur 2½ stig eftir trý umfør. Í hølunum á honum eru Heiðrikur Jacobsen, Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg, allir úr Havnar Telvingarfelag.

Í almenna bólkinum er Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag á odda við fullum stigatali. Einar Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag er nummar tvey við 2½ stigum, síðani hava Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag og Magnus Múller úr Vestmanna Talvfelag 2 stig á triðja plássi.

Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við fullum stigatali. Benjamin Reinert Petersen úr Havnar Telvingarfelag er nummar tvey við 2½ stigum og Brestir Samuelsen, eisini úr Havnar Telvingarfelag, er nummar trý við 2 stigum.

FM-einstaklingakappingin í talvi fer fram á Finsen í Havn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…