Lýsing
Lýsing

Christian Andreasen um lógartulking

SKRIVAÐ: Bárður Larsen  |  16.04.2019 - 15:32 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Vágaportalurin (VP) endurgevur 11. apríl 2019 samrøðu, sum VP hevur havt við Christian Andreasen, advokat.

Advokaturin veit sambært VP at siga, at reglurnar í rættargangslógini um kravið um útbúgving av advokatum eru púra greiðar. Sama ger seg galdandi fyri kravið til dómarar, er hann endurgivin fyri at siga.

Ein undrar seg yvir metoduna, ið leiðir advokatin til at siga, at úrslitið er púra greitt. § 42, stk. 3, í verandi rættargangslóg sigur so um útbúgvingarkravið til dómarar:

“Kun den, der har bestået juridisk kandidateksamen, kan beskikkes.”

Her kunnu bæði leik og lærd lesa úr tekstinum, hvat ið stendur. Sjáldan er fult samsvar millum málsligt og løgfrøðiligt innihald, men hetta er eitt dømi:

Kravið er “juridisk kandidateksamen”, ikki “dansk” juridisk kandidateksamen.  

Kallar Fróðskaparsetrið sín løgfrøðiliga yvirbygnað fyri “kandidat”, lýkur útbúgvingin uttan víðari kravið í § 42, stk. 3, í verandi rættargangslóg í mun til dómarar.

Kortini er púra greitt sambært advokatinum, at ásetingin sigur tað, sum hon ikki sigur.

Síðan sigur § 119, stk. 2, nr. 3, at einans persónur kann útnevnast til advokat, sum hevur

“bestået dansk juridisk bachelor- og kandidateksamen”

Her stendur “danskt” prógv. Men umvent av tí, sum advokaturin heldur uppá, er danskt ikki eitt púra greitt hugtak. Danskt kann referera til alt ríkið, og danskt kann eisini referera til partin av ríkinum, sum ikki fevnir um Grønland og Føroyar.

Tað er triviel metoda, at tá eitt hugtak er veikt og kann hava breiða eins væl og smala merking, so leitar man aftur til endamálið, serliga út frá forarbeiðunum, at presisera tulkingina.

Fram til 2009 var “dansk” ikki við í kravinum til advokatútbúgvingina í § 119, men kom inn við broytingini av føroysku rættargangslógini við fólkatingslóg nr. 505 frá 12. juni 2009 ( https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=124078), ið fekk gildi 1. januar 2010.

Henda broyting hevði aftur sítt grundarlag í broyting av donsku rættargangslógini við fólkatingslóg nr. 520 frá 6. juni 2007.

Danska lógarbroytingin frá 2007 hevði enn aftur grundarlag í “Betænkning nr. 1479/2006 om retsplejelovens regler om advokater”, sum aftur tók støði í nøkrum uppskotum, sum danska advokatráðið hevði gjørt í áliti frá juli 2005 “om advokaters tilsyns- og disciplinærsystem”.

Í ongum av hesum forarbeiðum kann “dansk” skiljast í mótsetning til “færøsk”. Í samanhanginum stendur “dansk” í mótsetning til “udenlandsk”, til  ES, til Noreg o.s.fr.

 

Grundgevingin fyri at halda fast við danska útbúgving í mun til advokatar er, sum tað gongur ígjøgnum allan Betænkning nr. 1479/2006, atlitið til, at framtíðar advokatar hava nøktandi vitan um danskan rætt (serliga prosessrætt), og at teir duga danskt mál nøktandi til at kunna gjøgnumføra rættarmál (Sí t.d. s. 132-133).

Sambært serstøku viðmerkingunum til føroysku lógarbroytingina í 2009 í fólkatingslóg nr. 505 av 12. juni 2009 stendur samsvarandi um endamálið við kravinum um danska útbúgving frá donskum universiteti: 

“at personer, der opnår færøsk advokatbeskikkelse, har opnået et grundlæggende kendskab til de retsområder, der indgår i såvel den juridiske bacheloruddannelse som den juridiske kandidatuddannelse i Danmark.”

Endamálið var, at útbúgvingin var frá universiteti í danska ríkinum og ikki frá fremmandum stati við fremmandari løgfrøðiligari traditión.

Sostatt er rættargangslógin heldur ikki, sum pástaðið av Christian Andreasen, púra greið í mun til advokatyrkið, tí forarbeiði og endamálstulking benda á, at kravið um danska útbúgving má skiljast breitt.

Sum skilst hevur danska løgmálaráðið eina meira restriktiva tulking. Spurningurin gerst ikki púra greiður av tí simplu orsøk, at danska løgmálaráðið heldur so. Ein løgfrøðingur má duga at skyna millum úrslit, ið stava frá egnari analysu, og tey úrslit, ið grunda seg á annara autoritet.  

At danska løgmálaráðið tulkar rættargangslógina restriktivt í mun til útbúgvingarkravið er kortini nakað, sum ein má fyrihalda seg til longu í og við, at danska løgmálaráðið umsitur rættargangslógina.

Í felags føroyskt-donsku rættargangsnevndini, har undirritaði var limur eina tíðina, og har m.a. Christian Andreasen og starvsfólk úr Løgmansskrivstovuni sótu, var uppá tal at fyrihalda seg til málið á tann hátt at seta eina orðing inn aftanfyri “dansk juridisk bachelor- og kandidateksamen”, sum góðtók eina samsvarandi “føroyska” útbúgving. Soljóðandi tekstur var inni í myndini: “eller en tilsvarende færøsk uddannelse”. Í so fall var trupulleikin við tulkingini hjá danska løgmálaráðnum loystur.

Til samanberingar er tað sama longu gjørt í danskari kunngerð innan heilsuøkið (Anordning nr. 1472 af 16. december 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed), sum í § 27 sigur, at “autorisation som læge meddeles den, der har bestået dansk eller færøsk lægevidenskabelig embedseksamem…”. Sama er galdandi eina røð av heilsufakligum útbúgvingum, sum tannlæknar og kiropraktorar, ongar av teimum enn stovnaðar í Føroyum.

Danskir myndugleikar hava eisini longu grundarlag í § 135a í donsku rættargangslógini, tá teir skulu meta um, hvørt útbúgvingar úr ES-londum kunnu javnsetast teimum donsku í mun til atgongd at gerast advokatfulltrúi.

At seta slíka heimild inn í rættargangslógina var og er ein bagatell.

Føroysku limirnir í felags føroyskt-donsku rættargangsnevndini, millum hesar Christian Andreasen, vildu kortini ikki hava nakran tekst settan inn, sum heimilaði danska løgmálaráðnum at javnseta eina føroyska løgfrøðiliga útbúgving við eina danska. At fáa arbeiðið liðugt á vári 2019 var meira týðandi enn at taka hesi serføroysku atlit.

Tað er orsøkin til, at føroyski limurin í nevndini Christian Andreasen kann siga við VP, at “uppskotið til nýggja rættargangslóg ikki hevur nakra broyting á hesum økinum.”

 

Bárður Larsen

Útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetrinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin