Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stuðul latin 25 verkætlanum um útoyggjamenning

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.04.2019 - 16:47 Tíðindaskriv

25 umsóknir hava nú fingið játtað stuðul til útoyggjamenning. Tá freistin at søkja stuðul fór hin 1. februar hevði Heilsu- og innlendismálaráðið fingið 31 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri tilsamans 4,1 mió. kr. Í fjør komu 26 umsóknir fyri tilsamans 3,7 mió. kr.

“Útoyggjarnar eru okkara dýrgripir. Eg upplivi, at alt fleiri fólk - yngri sum eldri - fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum og áhugin at gera átøk til tess at menna útoyggjarnar er vaksandi. Tí hava vit í hesum samgonguskeiðinum økt játtanina við knøppum 400.000 krónum”, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking.

Útoyggjastuðulin er í ár 1.100.000 kr. Hesar verkætlanir fingu stuðul.

Útoyggjafelagið 260.000 kr.
Umvæla høli at fletta í. Hattarvík 25.000 kr.
Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík 50.000 kr.
Bakkalon í Hattarvík 30.000 kr.
Myndir og staðarnøvn á útoyggj 25.000 kr. til treytirnar eru loknar
Cafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy 40.000 kr.
Bátasavn í Svínoy 35.000 kr. til treytirnar eru loknar
Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy 50.000 kr. til treytirnar eru loknar
Torvhús í Svínoy 30.000 kr.
Upplivingarsetur í Svínoy 30.000 kr.
Spælipláss við skýlið/bíðistað til ferðafólk í Svínoy 20.000 kr.
Turka skinkur og ostar á Trøllanesi 10.000 kr.
Broyta eitt gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi 50.000 kr.
Kaffistova í Mikladali 30.000 kr.
Ístandsetan av roykstovuni í Uttarstovu í Mikladali (Húsið hjá kópakonuni) 25.000 kr.
Fjós og sláturhús í Mykinesi 60.000 kr.
Endurbyggja svimjihylin í Mykinesi 25.000 kr.
Vernd av lundanum í Lamba í Mykinesi 25.000 kr.
Ferðavinnudepil í skúlanum í Mykinesi 50.000 kr.
Skúvoyar kommuna og Skúvoyar Bygdarsavn, alment vesi 35.000 kr.
Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð 45.000 kr.
Hjá Ingu Ból og biti, Skúvoy 30.000 kr.
Mentanardagur í Hesti 20.000 kr.
Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús 30.000 kr.
Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum – Dímunargarðurin 70.000 kr.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld