Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býttu stigini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.04.2019 - 23:22 Ítrottur Mentan Tíðindi

Dysturin millum Stjørnuna og H71 í kvøld gjørdist javnur og undirhaldandi, og endaði við javleiki.

Lagt varð upp til ein javnan dyst, tá bestu kivnnuliðini hjá Stjørnuni og H71 hittust í KÍ-høllini í kvøld. Stjørnan byrjaði betur, og kom á odda 7-3, men so kom stígur í hjá heimaliðnum, og næstu 8 minuttirnar skoraðu tær ikki, meðann ta hesa løtuna eydnaðist H71 at koma uppá javleik 7-7. Eftir eftir skiftust liðini um at skora, og hálveiksstøðan gjørdist javnleikur 12-12.

Tað gekk javnt á allan seinna hálvleik, tó var tað Stjørnan sum stóran part av hálvleikinum hevði eina leiðslu uppá eitt og tvey mál. Tá fýra munuttir vóru eftir at leika, var støðan 22-20 til Stjørnuna, men tað sum eftir var av dystinum, megnaður tær ikki at skora, meðan H71 hesa seinastu løtuna fekk tvey mál, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 22-22, og harvið býttu liðini stigini ímillum sín.

Máini hjá Stjørnuni skutu: Mina Sirdal 7, Katrin Bertholdsen 4, Tóra Eliasen 4, Monica Jacobsen 3, Sonja Sirdal 2 og Raluca U. Nagy 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur