Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forkunnugur høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.04.2019 - 09:55 Tíðindaskriv Vinna

Ársins Íverksetaradagur hjá Íverksetarahúsinum verður fríggjadagin 3. mai í Løkshøll í Runavík. Høvuðstalari í ár verður Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er ph.d. í Business Networks fráHáskóla Íslands.

Þór Sigfússon stovnaði í 2012 Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt íverksetarahús, har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur innan sjóvinnu samstarva til tess at skapa størri virði. Í dag húsast umleið 70 ymiskar fyritøkur í Sjávarklassanum í Reykjavík. Þór hevur verið við til at stovna fleiri ymiskar fyritøkur, og harumframt verið við til at stovna trý systuríverksetarahús í USA.

Við granskingini og vitanini, sum er skapt í Sjávarklassanum, hava Þór og hinir aktørarnir úr sjóvinnuni megnað at økt munandi um virðisøkingina av fiski. Hetta hava teir gjørt við at fokusera upp á gagnnýtslu av øllum pørtum av fiskinum.

Þór Sigfússon er nógv umbiðin røðari, og luttekur javnan á ráðstevnum ymsastaðni í heiminum.Hann hevur drúgvar royndir við at menna og knýta sambond millum ymsar aktørar innan sjóvinnu, við tí fyri eyga at skapa eina størri virðisøking fyri allar partar. Hetta verður nakað av tí, hann fer at umrøða á Ársins Íverksetaradegi, sum verður í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 3. mai klokkan 13:00. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg. 

Sí skránna og tekna teg til Ársins Íverksetaradag 2019 her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar