Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: B36-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.04.2019 - 06:34 Ítrottur Tíðindi

Bæði liðini eru skerd til dagsins dyst.

Í dag verður dystur í Gundadali millum B36 og KÍ. Bæði liðini hava fingið eina góða byrjan uppá kappingina. Ikki minst B36, sum hevur fult stigatal, meðan KÍ ongan dyst hevur tapt enn.

Bæði liðini eru skerd til dagsins dyst. Hjá B36 eru Róaldur Jakobsen, Rói M. Hentze, Hugin Samuelsen, Michal Przbylski, Hannes Agnarsson og Erlendur Magnusson eru ikki við vegna skaðar. Síðani koma Alex Mellemgaard, Lukasz Cieslewicz og Magnus H. Jacobsen, sum eru ivasamir, har helst onkrir av teimum koma at spæla onkran leiklut. Hjá KÍ hevur Patrik Johannesen leikbann, meðan Deni Pavlovic, Óli Ey. Poulsen og Takuya Matsunaga ikki spældu seinast vegna skaðar. Tað er ivasamt, um nakar av teimum verður við í dag.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 15.00. Dómari verður Kári J. á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund