Lýsing
Lýsing

Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifiserað – svar til Johan Dahl

SKRIVAÐ: Bárður Larsen, Útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetrinum  |  18.04.2019 - 10:00 Lesarabrøv Mentan

Fyri fimtu ferð innanfyri stutta tíð hevði Johan Dahl aftur í gjár kritiska grein um løgfrøði Fróðskaparsetrinum – og Setrið sum heild.

Mangt av tí skrivaða er óviðkomandi, og skal verða ósvarað. Kortini eiga nøkur av ringastu ósannindunum og mest misskilta kritikkinum at fáa svar.

Eitt tað fyrsta var, at ongin gransking er í løgfrøði á Setrinum. Seinast tann 17.04 æt tað “Null” við markeraðari skrift. Frægari enn so man vera.

Undirrritaði, sum er útbúgvingarleiðari í løgfrøði, hevur umframt drúgvar royndir sum undirvísari og vegleiðari 15 akademiskar útgávur. Ein lærubók í fyrisitingarrætti bleiv skrivað saman við Kára á Rógvi, professara, sála, á uml. 250 síður, ein bókakapittul og 13 sokallaðar peer-reviewaðar akademiskar greinar.

Undanmaður mín, Kári á Rógvi, hvørs verkætlan nýggja bacelorútbúgvingin er beinleiðis framhald av, skrivaði og útgav ph.d. ritgerð á enskum máli á 350 síður um norðurlendskan stjórnarrætt. Eisini gav hann út nevndu fyristingarrættarbók saman við undirritaða.  Síðan skrivaði hann styttri lærubók í kollektivum arbeiðsrætti, sum hevði blivið fullførd, vildi lagnan tað øðrvísi. Áðrenn hetta skrivaði hann bókina Faroese Business Law saman við Johannusi Egholm Hansen. Akademiskar per-reviewaðar greinar frá hansara hond liggja í umráðnum av 10-15.

Mikael M. Karlsson, professari á Háskóla Íslands, sum er adjungeraður á Setrinum, og sum hevur staðið aftanfyri nýggju útbúgvingina, hevur 30-40 peer-reviewaðar greinar í akademiskum tíðarritum. Umframt tað hevur hann ørgrynnu av bókakapitlum og ráðstevnupappírum. Tað mesta framleitt uttanfyri seturshøpi, men akademiska framleiðslan telur við á Fróðskaparsetrinum, har hann eisini er í starvi.

Øll kunnu síggja, at akademisku avrikini og støðið er sera gott, bæði fyri farin og núverandi starvsfólk á løgfrøði á Setrinum. Skjótt fer Setrið at knýta at sær enn fleiri fólk við dyggari løgfrøðiligari gransking í skjáttuni.  

“Stórt sæð einki tilfar er á føroyskum” (“einki” við áherðslu sum feitari skrift)  sigur Johan Dahl. Hetta er ikki rætt. Omanfyri blivu nevndar tvær bøkur, sum eru á føroyskum, og fleiri er í væntu.

Sera týðandi er eisini, at stovnarin av løgfrøði á  Setrinum í síni tíð gav út Føroyskt Lógarrit (FLR) við hjálp frá undirritaða og fleiri øðrum. Hetta rit hevur ligið stilt nøkur ár, men kemur út aftur fyrsta dagin.

Ritið virkaði sum peer-reviewað rit, har javnlíkar hjá føroyskum løgfrøðingum mettu um teirra greinar, ið síðan vórðu prentaðar, um tær blivu upptiknar. Júst á sama hátt, sum akademiskar greinar verða til í øðrum londum.

Higartil eru 7 árgangir og samanlagt uml. 1100 (ellivu hundrað) síður av akademiskum greinum, mest um føroysk viðurskifti og allar mest á føroyskum máli, útgivnar í FLR. Hetta er ikki einki.

Øll kunnu síggja, at eisini uppáhaldið um vantandi føroyska tilfarið er lygn, tí sera nógv og gott tilfar er framleitt á føroyskum máli og um føroysk viðurskifti innan karmar av løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Uppskotið til bachelorútbúgving er hartil sera væl og professionelt fyrireikað. Mikael M. Karlsson, professari, hevur við sínum gott 40 ára royndum úr universitetsheiminum tryggjað, at uppskotið er akademiskt væl funderað.

Eitt sokallað prospekt á 27 síður bleiv latið Fróðskaparsetrinum í juli 2017. Har er øll filosofiin og detaljurnar í verkætlanini. Uppskotið tók m.a. atlit til samrøður við umboð fyri alt tað føroyska løgfrøðiliga samfelagið frá september 2016. Ein greiður meiriluti av teimum persónunum, ið tosað varð við, stuðlaðu Setrinum í at fara undir hesa útbúgvingina, sum nú verður kritiserað.

Eisini hevur løgfrøði á Setrinum 6 ára royndir við verandi master útbúgving, har ein røð av serføroyskum skeiðum og traditionellum donskum (ella danskt líknandi) skeiðum eru roynd.

Tískil var løgfrøðideildin á Setrinum nú ríkiliga búgvin og væl fyrireikað at fara undir eina bachelor, ið leiðir til ta samlaðu 5 ára útbúgvingina í Føroyum.

Johan Dahl kastar løgfrøði á Setrinum fyri, at Setrið ikki hevur professarar á hvør sínum øki á hægsta granskingarstigi.

Ætlar Johan Dahl eisini at revsa restina av føroyska samfelagnum fyri, at man ikki livir upp til danskan standard? Hava føroysku landsstýrisfólkini somu ressursir undir sær í, sum donsku ministararnir hava? Hevur Løgtingið somu ressursir sum Fólkatingið? Hevur Løgtingsins umboðsmaður somu ressursir sum Fólkatingsins umboðsmaður? Ella hava føroysku kærunevndirnar somu orku sum tær donsku?

Tað er rætt, at donsku løgfrøðiútbúgvingarnar, sum allar aðrar danskar skipanir samanbornar við føroyskar, hava fleiri ressursir. Ofta hava donsku útbúgvingarnar ein professara fyri hvørt fakøki.

Tað er kortini eitt mistak at halda, at hetta skapar ta bestu útbúgvingina fyri okkum.

Fyrimunurin hjá teimum lesandi við donsk universitet er, at tey hava eina lærubók at lesa burtur úr til hvørt skeiðið. Professarin, sum hevur skrivað lærubókina, undirvísir kortini sjáldan. At kalla øll undirvísing fer fram av eksternum undirvísarum, advokatum og starvsfólki frá almennu donsku fyrisitingini.

Í so máta er arbeiðsbýtið sera líkt tí, sum verður á okkara bachelor á Setrinum. Eins og á donskum universitetum fara eksternir lærarar í høvuðsheitum at undirvísa í sokallaðu dogmatisku skeiðunum, meðan føstu akademisku starvsfólkini í høvuðsheitum fara at undirvísa í háttalagsligum og kontekstualiserandi skeiðum.

Lærubókamátin at læra løgfrøði er møguliga góður í Danmark, har lóggevarin hevur orku til at gjøgnumregulera samfelagið. Veruleikin sær øðrvísi út í Føroyum og kemur meira til okkum sum ráðar upprunaligar og mangan illa skipaðar rættarkeldur. Metoda og arbeiði við upprunaligum rættarkeldum er tí nógv meira týðandi í Føroyum enn at duga at lesa úr lærubók professarans.

Nógv verður tískil gjørt burtur úr metodu og háttalagsskeiðum á Fróðskaparsetrinum. Skeið sum rættarkeldu- og tulkingarlæra, greining av dómum og úrskurðum, lóggávulæra og kontekstualiserandi skeið sum løgsøga, komparativur rættur og rómverjarættur fáa raðfesting aftrat siðbundnu dogmatisku skeiðunum. Okkara verður ein sera góð akademisk útbúgving, har tey lesandi fáa gott dannilsi og koma læra at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt.

Øll framkomin lond, sum hava virðing fyri sær sjálvum, tey hava egna løgfrøðiliga útbúgving. Løgfrøðilig útbúgving er ein av grundsúlunum undir rættarsamfelagnum og eigur tí sjálvsagt at fáa hægstu raðfesting eisini í Føroyum.

Jóhan Dahl hevur kortini fingið ta absurdu idé, at lóg á Setrinum er eitt fullveldisprosjekt. Partapolitiskur retorikkur um nationalromantikk verður vavdur uppí.

Løgfrøðiútbúgvingin var ongantíð ein politisk verkætlan, men ein verkætlan um at læra føroyingar at skipa egin viðurskifti út frá føroyskum fortreytum. Essensurin í lóg og rætti er at skipa egin viðurskifti sum einstaklingur og at skipa síni egnu viðurskifti sum samfelag á ein góðan og ordiligan hátt og út frá egnum fortreytum.

Fakligt medvit um egnar fortreytir fæst einans við egnari løgfrøðiligari útbúgving. Uttan hetta verður onki veruligt føroyskt rættarsamfelag, einans ekko av donskum lærubókum.

Eg kenni ongan, sum hevur eitt ynski um serføroyska løgfrøðiliga útbúgving út frá tí fatan, at vit skulu byggja lóg og rætt á berum føroyskum botni. Tað hevði verið ábyrgdarleyst. Ressursufátækt samfelag sum okkara hevur ikki orkuna. Vit hava brúk fyri at byggja á prinsippini og strukturin hjá øðrum, men vit hava eisini – og tað er sera týðandi – brúk fyri at laga tær lántu skipanirnar og lógirnar til okkara egna samfelag.

Umframt hesi meira prinsipiellu viðurskiftini eru sjálvsagt aðrir fyrimunir við at taka útbúgvingina í lóg á Fróðskaparsetrinum heldur enn í Danmark. Ikki minst hetta, at ein røð av føroyskum rættarøkjum eru ymisk frá teimum donsku. T.d.:


Sosialrættur
Kollektivur arbeiðsrættur
Fiskiveiðirættur

Byggi- og skipanarrættur
Stýriskipanarrættur
Heimastýrissskipanin
Føroysk rættarsøga
Lóggávulæra
Osfr.

Ein stórur vinningur er, at tey ungu sleppa frá at fara til Danmarkar. Ikki so, Danmark er eitt gott og hugnaligt land at búgva í, men tað er kortini eitt stórt inntriv í frælsið hjá einstaklinginum, at hann ella hon skula noyðast til Danmarkar, tá útbúgvingin tað sama kann takast í Føroyum.

Tey ungu lesandi skulu ikki óttast at taka upp lesnað á Fróðskaparsetrinum. Støðið er sera gott, og skeiðini eru skipað eftir sama Bologna leisti, sum donsk universitet virka eftir. Bagetellið í rættargangslógini, ið skal justerast, kemur ikki at forða føroysku útbúgvingini í at fáa somu viðurkenning sum tær donsku.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…