Lýsing
Lýsing
Lýsing

Onki kemur av sær sjálvum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.04.2019 - 10:02 Ítrottur Mentan Politikkur Tíðindi

Og tí er tað eisini alneyðugt, at okur her kring fjørðin og í allari Suðuroynni taka lógvatøk og í felag ganga sterk saman inn í framtíðina., segði Dennis Holm borgarstjóri í Vágs kommunu millum annað í røðu sínari, tá tá spakin varð settur í fyri nýggja næmingabústaðnum í Vági.

Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

Góðu vágbingar, góðu suðuroyingar – góða áhoyrarar!

 

Fyri gott og væl 4 árum síðani var fundur í Mentamálaráðnum. Eittans mál var á skránni, og var tað um eitt ynski úr Vági um at sleppa at seta á stovn ein ítróttaháskúla, Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

 

Øll verkætlanartilgongdin byrjaði tó á heysti 2014, tá alt skriviarbeiðið fór ígongd og allir tættir í ætlanini fyri ítróttaháskúlan vórðu fyrireikaðir og lýstir.

 

Í hesum tíðarskeiði tóku okur eisini í eið lyklapersónar innan ítrótt í Vági, sum skuldi hjálpa okkum at mynda tað innihaldsliga í gerandisdegnum á ítróttaháskúlanum. Avtalur vórðu eisini gjørdar um brúk av hølisviðurskifti til ítrótt, undirvísing, matarstað, gisting og annað.

 

Í mun til vanligar nýggjar skúlar, so skilur Ítróttaháskúlin seg úr í rúgvuni, tí okur ynskti at byrja ein skúla uttan at skula byggja ein einasta bygning fyrst – og trúgvi eg eisini at hendan loysnin tiltalaði fólkunum hinumegin fundarborðið í Mentamálaráðnum.

 

Á fundinum fyri 4 árum síðani fingu okur eisini grønt ljós frá Mentamálaráðnum til at stovnseta Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

 

Játtanin hetta árið í 2015, kom tó so seint, at tað ikki eydnaðist at fara ígongd í august 2015 sum ætlað. Játtanin varð síðani flutt til 2016 – og í apríl 2016 varð leiðari settur, sum byrjaði í starvi 1. Mai 2016.

 

Hóast ein ávísan iva hjá fólki kring landið – ein iva um nakað lív varð lagað einum ítróttaháskúla í Føroyum, so var samanrenningin av góðum forarbeiði – og so hepni við at finna rætta persónin sum leiðara – heilt einastandandi.

 

-Og Ítróttaháskúlin í Suðuroy er uppá onga tíð vorðin ein av kendastu ítróttaháskúlunum í Norðurlondum, sum dragur fólk til sín úr Føroyum eins og uttanlands. Eisini háskúlaleiðarar úr Danmark hava í vár leitað til Vágs fyri at síggja og hoyra um hendan einastandandi Ítróttaháskúlan í Føroyum.

 

Sum optimistar av nátúr, so vóru sjálvandi frá byrjan skrivaðir tankar um, at hesin Ítróttaháskúlin fór at menna seg til ein spennandi og góðan skúla, sum fór at vaksa ár um ár – og var tað eisini okkara dreymur, at Ítróttaháskúlin innan eini 7-10 ár skuldi hava egnan næmingabústað og egnan skúla.

 

Nú standa okur so her!

 

Í august eru tað 3 ár síðani at fyrstu næmingarnar byrjaðu á Ítróttaháskúlanum, so sigast má, at tað hevur gingið heilt fantastiskt – ja, nærum óveruliga gott við Ítróttaháskúlanum.

 

Í dag verður spaking settur í fyri nýggja næmingabústaðin, sum fer at føra við sær, at Ítróttaháskúlin fær framúr góðar umstøður til næmingarnar. Næmingabústaðurin ger eisini, at næmingatalið kann vaksa og fleiri fáa møguleikan at sleppa á hendan framúr spennandi Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

 

Gongst sum ætlað, so verður eisini í summar farið undir at umbyggja Vaskiskúrin á Gørðunum til skúlabygning til Ítróttaháskúlan, soleiðis at okur komandi summar hava bæði nýggjan næmingabústað og nýggjan skúlabygning til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

 

Hetta hevði sjálvsagt ikki borið til, um ikki góð fólk vóru kring Ítróttaháskúlan og ætlaninar um næmingabústað og skúlabygning.

 

Eg eri sera takksamur fyri tað megnararbeiðið, sum Guðmundur Joensen, leiðari á Ítróttaháskúlanum hevur gjørt – og toymið rundan um Guðmundur eigur eisini stórt rós uppiborið. Uttan tykkum leiðslu og starvsfólk á Ítróttaháskúlanum stóðu okur ikki her í dag.

 

Eisini vil eg nýta høvið til at takka stýrinum í Ítróttaháskúlanum: Eydis Kjærbo, Bogi Mortensen, John Henrik Holm og Ole Wich.

 

Og tað er greitt, at næmingabústaðurin hevði ikki blivin til veruleika uttan góðar stuðlar og viðspælarar. Takk fyrst og fremst til Bústaðir, sum hevur ment ætlanina. Takk til Vágs kommunu, sum stuðlar ætlanini. Takk til Mayfinn Norðoy á Kontrast arkitektum, sum við einum vøkrum bygningi hava skapt grundarlagið fyri ætlanini. Takk til Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið, sum hava verið viðspælarar í politisku skipanini.

 

Og ikki minst takk til lokalu byggifyritøkan Norcon, sum er høvuðsorsøkin til at okur yvirhøvur er komin til hendan dagin. Hjalmar og Rúni hava gingið undan fyri fáa lagt allar brikkar í ætlanini, soleiðis at bæði byggitekniski parturin og fíggjarligi parturin er komin undir land – hjartaliga takk til tykkum fyri tykkara stóra íkast til hesa ætlan!

 

Eg havi sagt tað fyrr, og kann bara staðfesta tað einaferð afturat – onki kemur av sær sjálvum!

 

-Og tí er tað eisini alneyðugt, at okur her kring fjørðin og í allari Suðuroynni taka lógvatøk og í felag ganga sterk saman inn í framtíðina. Ábyrgdin fyri at virka fyri menning, skapa nýggj tilboð og seta orð á dreymar fyri einari framtíð her á staðnum, liggur fyrst og fremst hjá okkum sjálvum – og í dag byrjar enn eitt spennandi kapitul í okkara felags søgu, nú okur fara at seta spakan í fyri næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan.

 

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…