Lýsing

Kom við á Føroya Eftirskúla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.04.2019 - 07:33 Mentan Tíðindaskriv

Eftir páskir ber til at søkja um luttøku á Føroya Eftirskúla

Arbeitt hevur verið við at seta á stovn ein eftirskúla í Suðuroynni í mong ár, og eru vit sera takksom fyri øll tey, ið hava lagt so nógva orku í hetta arbeiði, ið nú endiliga kann byrja.
Vit mugu nevna Ólav Rasmussen fyri hansara ágrýtni og áhaldandi stremban við at halda lív í verkætlanini um ein eftirskúla í Suðuroy. Eisini takka vit Tummasi í Dali, fyri í áravís at varpa ljós á og tala fyri eftirskúlaverkætlanini í Suðuroy, serliga sum útgevari og blaðstjóri av eftirskúlablaðnum.

Eftirskúlin er staðsettur á Tvøroyri, og vit gleða okkum til at taka ímóti fyrstu næmingunum í august 2019. Fyrsta árið verður skúlin myndaður av 16 næmingum, ið allir fáa eina heilt serstaka uppliving sum fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla.
Møguleiki er at velja millum seks spennandi breytir og fleiri valfak.

Sum nakað heilt serstakt skulu allir næmingarnir luttaka á Føroyabreytini. Tað er ein nýggj breyt, ið ongantíð er roynd áður. Á hesi breytini fara allir næmingarnir, saman við lærarum á skúlanum, at vitja allar oyggjarnar í Føroyum. Næmingarnir eru sjálvir við til at skipa fyri útferðunum, og soleiðis seta sítt egna fingramerki á upplivingarnar.

Okkara fantastisku oyggjar hava allar serstøk støð, áhugaverd fólk, hugtakandi náttúru, fjølbroytt djóralív, frískar rávørur, egna matmentan, spennandi íverksetan, áhugaverda søgu og nógv nógv annað at bjóða okkara næmingum. Tað er bert hugflogið, sum setir mørkini.
Films- og sjónleikarabreytin læra næmingar at gera film. Teori og praksis, alt frá at siga eina søgu, at taka upp, klippa og seta saman, gera kulissur o.a. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett. Tað er eisini ein breyt, ið allir skúlans næmingar luttaka á. Afturat hasum báðum skulu næmingarnir velja tvær breytir millum E-Sport, Sjóvinnubreytina, køksbreytina og íverksetara- og miðlabreytina.

Í næstu viku ber til at søkja um pláss á Føroya Eftirskúla.
Nærri kunning um undirvísingina kann síggjast á heimasíðuni www.eftirskulin.fo
Um hetta hevur vakt tín áhuga, og tú ynskir at verða millum fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla, kanst tú senda ein teldupost á info@eftirskulin.fo.
Vit gleða okkum til at taka ímóti tykkum

Føroya Eftirskúli

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen