Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: B36-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.04.2019 - 06:31 Ítrottur Tíðindi

Í dag skal ein vinnari finnast, tá vit fáa eina endurtøku av dystinum Skírisdag, sum KÍ vann 3-0. Talan er um fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Skírisdag vann KÍ 3-0 í Gundadali móti B36. Ein nakað óvæntaður stórur sigur, sum kanska eisini var ov stórur í mun til dystargongdina. Nú skal B36 svara aftur, og tað er neyvan nakar ivi um, at KÍ fær ein truplari dyst hesaferð.

B36 liðið var nógv skert seinast, men onkrir leikarar vóru eisini á vøllinum fyri fyrstu ferð í longri tíð. Erlendur Magnusson, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson, Símun Rógvi Hansen og Hugin Samuelsen eru ikki við. Síðani eru tað ivamálini, har summir av hesum neyvan eru førir fyri at spæla heilar dystir. Teir eru Magnus H. Jacobsen, Michal Przbylski, Lukasz Cieslewicz, Erling Dávidsson og Benjamin Heinesen. Teir spældu allir - uttan Benjamin - síðsta dyst og tí kann hugsast, at teir flestu av hesum eisini spæla í dag.

Hjá KÍ eru tveir leikarar ikki við. Tað eru Deni Pavlovic og Óli Ey. Poulsen. Báðir eru skaddir og spæla neyvan, tá teir ikki vóru við seinast. Hinvegin er Patrik Johannesen tøkur aftur eftir leikbann.

 


Dysturin í Gundadali byrjar kl. 14.00 og dómari verður Petur Reinert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar