Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup bestur í Billard

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.04.2019 - 08:06 Ítrottur Tíðindaskriv

Billardúrmælingurin, Jákup L. Baldvinsson megnaði um vikuskiftið at endurvinna FM heitið fyri einstaklingar. Samanlagt er hetta fimtu ferð at Jákup vinnur kappingina.

Í finaluni møttust fuglfirðingarnir báðir, Jákup L. Baldvinsson og Danial Pauli Joensen. Og Jákup vann væl spælda og sera spennandi dystin, 920 - 768. Heilt longi var sera sera javnt, men allar síðstu umgangarnir streyk Jákup undan, og
vann.

Billardfelag Fuglafjarða sum var vertur fyri endaspælið í ár átti heili tríggjar av fýra hálvfinalistum, so tað var ikki so løgið kortini, at tveir teirra endaðu sum finalistar. Hin triðji fuglfirðingurin var Jens Kjartan Feilberg. og fyri ordans skuld, so má
nevnast, at Klaksvíkar Billardfelag átti fjórða hálvfinalistin.

Heldur óvæntað bleiv tað Urbanus Knud Olsen, sum spældi seg heilt til hálvfinalurnar, og á vegnum argaði hann millum annað føroyameistaran frá í fjør, Max Rasmussen av Tvøroyri.

Nummar eitt og føroyameistari bleiv sostatt Jákup Baldvinsson, Nummar tvey bleiv Danial Pauli Joensen og nummar trý, eftir sigur í bronsudystinum, bleiv Jens Kjartan Feilberg. Øll trý heiðusmerkini blivu sostatt verandi í Fuglafirði í kvøld.
Hesi trý heiðursmerkini blivu ikki tey einastu sum blíva verandi í Fuglafirði, tí herfyri tryggjaðu fuglfirðingar sær eisini FM heitið í liðkappingini, og eisini har eru aktørarnir teir somu. Jákup Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg eru eitt øðiligt
makkarapar, og tað skal okkurt heilt serligt til, skulu teir koppast av billardtrónuni við bræði.

Liðkappingarnar endaðu annars soleiðis:

1. Deild:
1. Billardfelag Fuglafjarða
2. Tvøroyrar Billardfelag
3. Klaksvíkar Billardfelag

2. Deild
1. Havnar Billardfelag 2. Havnar Billardfelag
3. Billardfelag Fuglafjarða

3. Deild
1. Havnar Billardfelag
2. Tvøroyrar Billardfelag
3. Havnar Billardfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag