Lýsing

Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Floghavn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.04.2019 - 08:10 Tíðindaskriv Vinna

Ferðafólkatalið í Vága Floghavn hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Í fjør ferðaðust í alt 377.813 fólk umvegis flogvøllin í Vágum, og tað er ein øking uppá 10,7% í mun til 2017.

Hagtøl frá Vága Floghavn vísa, at í januar og februar í ár komu og fóru 40265 fólk umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 11,1 % fleiri fólk í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Ferðavinnan og aðrir áhugabólkar hava í longri tíð fregnast eftir hagtølum um tjóðskap teirra ferðandi um flogvøllin. Loksins hevur Vága Floghavn fingið neyðuga skipan, til at fremja skráseting av ferðafólkum.

Fyrsta kanningin um tjóðskap teirra ferðandi er nú gjørt, og hagtølini fyri 1. ársfjórðing 2019 gerast almenn. Kanningarnar fara fram á tann hátt, at ferðafólk skráseta seg í sambandi við check-in, tá farið verður úr Føroyum. Hendan kanningin fatar um 33125 ferðafólk, sum hava skrásett sín tjóðskap í 1. ársfjórðingi í 2019. Yvirlitið niðanfyri er ein samandráttur av úrslitinum af fyrstu kanningini.

 

 

Hagtølini vísa í høvuðsheitum, at tveir triðingar av teimum ferðandi vóru føroyingar, meðan ein triðingur var útlendingar.

Kanningin vísir eisini, at áleið fimti hvør ferðandi hevði danskan tjóðskap. Hetta merkir, at um 86% av teimum ferðandi vóru føroyingar og danir. Tilsamans vóru 3092 ferðafólk umvegins flogvøllin í fyrsta kvartalið, ið høvdu tjóðskap uttanfyri norðurlond.

Ferðafólkini verða framhaldandi skrásett, so vit fáa haldgóð hagtøl og vit kunnu betra um umstøður og tænastustøði í føroysku ferðavinnuni, sigur Gudny Langgaard.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…