Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nakað soleiðis verður veðrið í Gundadali í dag, meðan dystur er. Skýloftið er nakað lægri, nú tveir tímar eru eftir til kick-off, men tað fer at lætna seinnapartin, og sólin fer at stava niður ímillum. | Mynd: groundshopping.se

Fótbóltsveðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.04.2019 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Frá á middegi í dag av er tað luft av meginlandinum í Evropa, sum kemur hendavegin. Hon er eitt sindur turrari enn luftin, sum er komin úr Atlantshavinum í gjár og partvíst fyrradagin.

Tað er eitt hátrýst yvir Eysturevropa, sum sendir luft ímóti okkum. Veðrið fer næstu dagarnar aftur at líkjast tí, sum var í síðstu viku.

Eitt brúgvalag hevur ligið um oyggjarnar í morgin, men tað er á veg norðurum. Tað regnar enn onkrasteðs, nú tveir tímar eru til kick-off.

Soo, meðan dystur er í Gundadali ímillum B36 og KÍ í dag, fer tað at vera eitt lítið lot – undir 5 m/s – úr suðuri. Hetta er minni vindur úr somu ætt sum tað var Skírishósdag.

Skýggini oman fyri vøllin eru við at fara og at leggja seg longur uppi í luftini. Møguliga okkurt æl við dystarbyrjan – men annars turt.

Hitin fer at liggja ímillum 9 og 10 stig.

Góðan dyst – og koyr á KÍ!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona