Lýsing

Mentanarvikan í Runavík sett

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  22.04.2019 - 15:35 Mentan Tíðindi

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, setti Mentanarvikuna. Niðanfyri endurgeva vit røðuna.

Kíkurin

Politiskar skipanir fremja onga mentan, tað gera politikarar heldur ikki, men hesi bæði høpini eiga møguleikan at skipa umstøðurnar soleiðis, at gróðrarlíkindini í samlaða høpinum eru so fræg sum til ber. Eisini á mentanarmótinum. Mentan, ella kulturur, man vera millum mest brúktu orð í málinum, men tað finst ongin neyv eyðmerking, og hvør okkara man í sínum lagi hava eina hugsan um hetta, so ymisk sum vit eru. Latínska orðið cultura, sum aftur er avleiðing av sagnorðinum colera, merkir at dyrka. Orðini natura og cultura standa soleiðis upp í ímóti hvørøðrum, á tann hátt, at natúran er upprunin og óvíkiliga grundin, meðan mentanin er flytbar og broytilig frá ættarliði til ættarlið. Harvið eru vit sjálvi bara ein løtumynd frá degi til dags, frá tíðarmáli til annað - ein evarska lítil glóð í stóra ljóshavinum, ein spunnin tráður úr trúgv, morali, virðum og vanum, sum síggjast aftur í hugburði, atferð, lógum og siðum.

Stórmenni Mahatma Gandhi segði einaferð: „Eg havi onki ynski um at búgva í einum húsum, vard av pansaramúrum og afturlatnum gluggum. Vindblak úr øllum heimsins heraðshornum skulu hava frítt at fara í heimi mínum, men onki teirra sleppur kortini at taka meg av fótum. Eg verði standandi í egnum jørðildi – á egnari grund.“

Vit eru ein tvinning av ílegu og umstøðum. Íleguna vikar ongin, men umstøðurnar broyta okkum stútt og støðugt, alt eftir sum ættirnar og tíðarandin skifta. Tí ber ikki til at svara spurninginum: Hvør eri eg? Mangur hevur roynt tað, eisini stóru heimspekingarnir, men alt tað sama, bara um tú tekur búgv í einum rimaleysum hjalli ella krýpur inn í ein tættan kík, ert tú hin sami eina løtu, men tá er vandin fyri roti so stórur, at tað býðst ikki í bøtur. Sagt verður tíðum, at fólk bara halda til í sínari egnu bløðru, sínum egna kíki. Hava nógmikið við og í sær sjálvum. Gáa ikki um ymsu vindarnar, sum strúka framvið. Har er nóg mikið av innsýni, - tørvur er á útsýni. Brúk er fyri báðum, skulu vit onkursvegna halda stand.

Í sær sjálvum er tað ikki unikt at vera føroyingur, vit eru onki øðrvísi enn onnur fólk í heimi, men tað er unikt, at vit eiga okkara egna mál og okkara egnu felags mentan. 25. mars í ár vóru 200 ár farin afturvið síðani prósturin, málmaðurin og mentamaðurin V. U. Hammershaimb var borin í heim, og tað kemur ikki úr ongum, at hesin dagurin varð hátíðarhildin, m.a. í gomlu kirkjuni á Nesi. Hann stendur sum eksponenturin fyri beinagrindini, sum heldur føroyska málinum á beinari kós, okkara er uppgávan at røkja, dyrka og velta upp úr nýggjum. Til tað hava vit sum ein mentað tjóð sett skúlar, miðnám, fróðskaparsetur, útvarp, sjónvarp, miðlar, samkomur og kirkjur á stovn. Mentanararbeiðarar okkara liggja støðugt á takinum, og fólk fáast við at flýggja okkum hetta í bókum, ritum og talgildum vørpum. Hetta er grundin. Fundamentið. Ábyrgdin, av at varðveita alt hetta, og av at flyta tað í minst líka góðum standi til næstu ættarliðini, hvílir øll á okkara herðum, hon er tung, men hokna vit undir henni, so foykist tjóðin, og alt tað serstaka við at vera føroyingur er burtur, og drátturin, sum togar í hvørja sál, viknar.

Í yrkingarsavninum „17 yrkingar“, sum Magnus Dam Jacobsen gav út í 1975, skrivar hann soleiðis í yrkingini Afturundirgerð:

                Í øldir hava vit grópað, vallað og granskað jørðina,

                havið og himmalrúmið.

                Nú verða vit noydd inn í okkum sjálvi.

 

                Tá eg ein góðveðursdag fari út í Sandagerðsvík,

                taki kavarabrillurnar uppá,

                stoyti meg útav klettinum, síggi eg taran lýsa

                í brúnum, reyðum og grønum –

                tá eg vendi eyguni úteftir ein heim so ófatiliga stóran

                av vakurleika og øði.

At skoða inn í okkum sjálvi og at venda eyguni úteftir, áleið soleiðis skal tað vera, áleið soleiðis skal ein mentanarvika í eini føroyskari kommunu snikkast til og saman. At halda til í kíkinum og so hóskandi stinga høvdið út úr kíkinum, soleiðis at tær sensitivu antennurnar fáa heimsrákini undir húðina, sum íblástur um ikki annað. Tað hava tær á Kunningarstovuni megnað við góðari hjálp.

Samstundis sum grundin skal røkjast og haldast í góðum standi skulu mál setast. Ongi mál, - ongin upp- og framdrift. Hin 25. mai 1961 segði táverandi amerikanski forsetin John F. Kennedy í einari røðu: „Tað er mín fatan, at tjóð okkara eigur at heitstreingja seg til, áðrenn hetta tíggjuáraskeiðið er av, at seta eitt menniskja á Mánan og at føra tað trygt heimaftur á Jørðina.“ Eitt mál sum tey fæstu væntaðu fór at eydnast. Eitt er at tað kortini eydnaðist, men høvdu amerikumenn ikki sett sær málið, ið tá lá uttanvert vanliga mannafatan, vóru teir ongantíð farnir undir royndina. Hin 21. juli 1969 – fyri hálvthundrað árum síðani – kl. fýra minuttir í trý á morgni, føroyska tíð, steig Neil Armstrong fótin á land á Mánanum, og tók til tey legendarisku orðini: „One small step for man, one giant leap for mankind.”

Soleiðis eiga øll menniskju, felagsskapir, kommunur og tjóðir at seta sær mál, stútt og støðugt, og hóast alt ikki vignast, tað ger tað valla, annars vóru málini sett ov lágt, so heldur hetta kós og ferð felagsskapsins upp á eitt hægri menningarstig.

Fyri framman liggur ein vika við mentanartiltøkum av alskyns slagi kring um í kommununi. Við inn- og útsýni. Kommunan fyriskipar, men tærið má koma úr og frá fólkinum. Hesa løtuna hava vit hoyrt Jassarnar, óvitar táið teir byrjaðu, spæla fyri okkum, og vónandi og væntandi fáa teir og onnur frægari karmar at aktivera seg í enn higartil, táið hin Gula Smiðjan er komin undir land sum virkishús hjá eldri og yngri. Um eina løtu fara Edith og Allan at spæla fyri okkum, sterkar røtur í økinum, og síðani fer hjólhestafólki á veg til franska høvuðsstaðin at vitja okkum. Hetta er bert setanin – ein dropi av øllum.

Skráin ber boð um fólk, ið hava gjørt mun, og sum hava havt dirvið at traðka út úr sínum egna kíki, styttri og longri tíðarskeið. Harvið spaðaðu tey til mentanararvin. Í kvøld fara væl kend fólk at umrøða rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, sum skrivaði bók úr dagbókanotum frá einum drúgvum túri við Kongshavn undir Grønlandi í 1965. Teir róðu út við bátum. Bókin var eitt lop í føroyskum bókmentum, svølgdi hana í einum, á somu leiðum sum dagbókin varð skrivað, og ongin hevði skrivað á henda hátt áður á føroyskum máli, tí gjørdist Magnus ein slóðari í føroyskum bókmentum. Og tí hevur hann uppiborið, at tikið verður aftur í aftur verk hansara. Í kvøld, eftir hetta, fara tríggir av býarmonnum okkara at siga frá sínari serligu yrkisleið á tónleikamótinum. Oddvitar sum tónleikarar og prodjúsarar. Hví valdu tveir runavíkingar og ein glyvramaður, Óli, Hans og Niclas, at elta huginum heldur enn tí trygga – at fara til skips, oman á flakavirkið ella inn í grótbrotið at arbeiða? Woodstock tónleikastevnan er javngomul við mánalendingina – tað fara at vera 50 ár síðani, at fremstu tónleikarar um ta tíðina savnaðu 450 túsund fólk til ein festival á einari trøð í statinum New York. Jimi Hendrix, Creedence Clearwater Revival, Arlo Guthrie, Crosby, Stills, Nash & Young, Blood, Sweat & Tears, Janis Joplin, Joan Baez, Joe Cocker, Santana, Ten Years After, The Band, The Grateful Dead, The Who og onnur vóru har, kremið í tíðini, blómubørnini, sum fluttu nógvar markapelar, eisini handan okkara skallabein. Hetta var tvey ár eftir at Jimi Hendrix við serliga guitarspælinum hevði kollvelt tónleikaheimin á palli í London og Clapton, Wood og Townsend sótu sum lundar slignir á nevið. Framvegis íblásari hjá ungum tónleikarum.

Lærari var í Oyndarfirði, sum í flestu bygdum, men Hans Marius Eidesgaard setti sær fyri, umframt kennarayrkið, at skriva litteratur. M.a. kendu bókina “Hitt ævinliga gonguverkið“. Professarin Turið Sigurðardóttir fer at viðgera skaldskap hansara í Oyndarfirði undir heitinum: Millum magi og modernitet. William Heinesen, sum sat uppi undir Varða í Havn og skrivaði heimsbókmentir, fekst eisini við annað, m.a. klipti hann myndir, og ein tann kendasta er av marmenlinum í Elduvík. Í samband við at bygdin er klár at taka ímóti standmyndini hjá Hans Paula, verður tikið aftur í hendan heimsgitna listarmannin í kirkjuni í Elduvík. Á Skála fara vit at elta slóðina hjá Ormi bónda og í Funningi verður Grímur Kamban settur undir luppin. Vónleyst er at fáa alt við í hesi syftini, men mentanarvikan er eitt frálíkt høvi hjá fólki at vitja mentanarliga sýnisgluggan í flestu bygdum í Runavíkar kommunu hesar dagarnar. Úr Æðuvík til Funnings.

Sum sagt, tað hevur týdning, at vit sita støðuføst í kíkinum, men líka týdningarmikið er tað, at vit stinga høvdið útum tíðum, har sum vindarnir úr verøld blása. Týdningarmikið er eisini, at ein kommuna ella annar myndugleiki ikki draga nakað sum helst niður um akslarnar á fólki, mentanin skal koma úr fólkinum, kommunan skal bert hava ein fingur við í spælinum, táið tað snýr seg um karmarnar, og at lynna har tað er neyðugt. Til tað verða verkligir fasilitetir bygdir og onkrar stuðulsskipanir settar í verk. At Støkk kemur heimaftur til býin um eina løtu við framúr úrslitum uttan úr heimi, er ávarping um, at karmarnir eru í lagi, men tað er felagið, tey sum skipa fyri og fimleikararnir sum eiga allan heiðurin uppibornan. Vit hava ikki gjørt annað enn tað, ið vit sum politiskir fyriskiparar fyri eina tíð áttu at gera. Vónandi standa vit her um 5-10 ár og taka ímóti lokalum svimjarum, afturkomnir sum sigursharrar í kappingum, heima og úti, eftir at tann kálvføðingin er fingin í einari nýggjari svimjingarhøll.

Politikarar skulu hava sær fyri eyga, at javnvágirnar eru týðandi, táið tað ræður um mentan. Kreddan um armslongdar-prinsippið er avgerandi. Í USA er onki mentamálaráð, teir halda seg ikki hava tørv á tí. Í kommunistiska eysturblokkinum var mentanin stjórnað úr erva, úr politbureaunum í Kreml, og endaði sum reindyrkað flokspolitisk propaganda, hetta gekk m.a. útyvir Boris Pasternak, Alexander Solsjenitsyn og Josif Brodskij og í Hitler Týsklandi bar av, har sósaðu teir alt upp í ein peruvelling, og skilið var hareftir - alt fór at ganga í takt við suspenderaðum viti, og henda gamla hámentaða tjóðin gekk seg útav - eltandi ørvitismenn.

Í 1958 setti Charles de Gaulle, á fyrsta sinni í Fraklandi, eitt mentamála- og samskiftisráð á stovn, hann hevði sæð áneyðirnar. Fyrstur í sessinum var rithøvundurin André Malraux. Hann sat í 10 ár. Jack Mathieu Émile Lang man vera eins kendur, hann sat minst líka leingi og var eisini útbúgvingarmála-ráðharri part av tíðini. Kendast er kortini søgan um hin mentaða Nobelvinnaran, statsmannin og stríðshetjuna Winston Churchill. Bretar vóru illa stjølaðir fíggjarliga undir seinra krígnum, stríðið við Hitler, Göring og aðrar búrkroppar hinumegin Ermasund hevði slúkt reservarnar úr bretska ríkiskassanum. Brádliga kom ein tingmaður við tí ljósa hugskotinum, at Undirhúsið skuldi taka av allar játtanir til mentanina, og keypa kanónir fyri fæið ístaðin. Replikkin hjá hinum mentanarkveikta Winston Churchill var knøpp og skilagóð, hann segði: “Karva vit burtur mentanina, hvørjum berjast vit tá fyri?” Hvat er at verja, táið mentanin er farin. Hon er brennievnið sum ger, at vit tíma at stinga leggirnar undan rekkjuváðini hvønn morgun, og hon er atvoldin til, at vit kenna okkum sum eitt fólk, spjatt í bygdum og býum í sama mentanarliga undirstøðukervi og einum felags tjóðskapi.

Hetta er essensurin.

Um eina lítla viku fara Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð at sýna okkum, í Løkshøll, hvussu gamalt og nýtt kann tvinnast saman við góðum úrsliti. Aldargamlar kinverskar yrkingar í føroyskum hami, í góðum samljóði. Teir colera, dyrka. Leygarkvøldið fara Steffen Brandt og hansara menn at syngja um desorienteraða og beiska mannin á einum bonki á torginum í Viby, sum er sannførdur um, at samfelagið er orsøkin til hansara miseydnaðu lagnu. Øll onnur hava skylduna. Samfelagið hevur skylduna.

Tað mundu teir eisini halda, sum søktu at kirkjunum á Sri Lanka, meðan vit í kristna heiminum sungu um uppreisnina og páskablómuna. Ultimativur fjandansskapur. Tað hevði tað eisini verið, um kristin søktu at moskunum á sama hátt. Har er sanniliga tørvur á morali og mentan.

Hetta fær meg at venda aftur til orðini hjá generalinum og verjumálaráðharranum Moshé Dayan, sum helt fyri: “Vit eru eitt ættarlið av búreisingum, og uttan stálhjálmar og byrsupípur eru vit ikki førir fyri at planta eitt træ - tíansheldur at smíða okkum eini hús í hesum økinum.”

Soleiðis byggja vit ikki framtíðina, onnur og hægri virðir enn tey, sum vaksa úr byrsumúlum, riflukúlum og goturstykkjum, eiga at vera ýtini, - tí er ein vika sum hendan neyðug.

Hervið er mentanarvikan 2019 - í Runavíkar kommunu - sett.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…