Lýsing
Lýsing

KÍ satsaði alt og vann í Gundadali

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  22.04.2019 - 17:49 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Við trimum framúr væleydnaðum innskiftingum vendi KÍ 0-2 til fyrst 2-2 og í longdu leiktíðini vann KÍ seg víðari.

 

Tað var ein dramatiskur dystur í Gundadali í dag, tá B36 og KÍ spældu fjórðingsfinalu í steypakappingini. Í fyrra hálvleiki sá ein, at B36 liðið var sera uppsett og vildi vaska 3-0 tapið Skírisdag av sær. Teir lógu tætt í KÍ leikarunum og serliga Simen Sandæl á miðvøllinum, sum seinni tó fekk tvey upplegg, bleiv væl dekkaður og gjørdi hann nakað, so bleiv fríspark gjørt móti honum. B36 fekk eisini eina 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki og tað var helst uppiborið, tí onkur stórur møguleiki bleiv eisini misnýttur.

 

Lewis, Danielsen og Grytten

Í seinna hálvleiki var fyrstu løtuna einki sum bendi á, at dysturin fór at venda. Men í 66. minutti gav innskifti Darius Lewis KÍ eina vón við máli til 2-1. Seinni fekk Brian Jakobsen hjá B36 tvey gul kort og mátti av vøllinum. Nakað sum var stór ónøgd um í B36 leguni, meðan KÍ legan sá tað sum rættan dóm. Og í síðsta minutti av vanligu leiktíðini javnaði innskifti Aksel B. Danielsen. 2-2 og longd leiktíð.

 

KÍ avgjørdi í longdu leiktíðini

Við 10 móti 11 hevði B36 helst góðar vónir, tí liðið hevur í steypakappingini góðar royndir við at spæla í undirtali. Í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini komu trý mál. Fyrst skoraði innskifti Torbjørn Grytten til 3-2 til KÍ, innskifti Ragnar Samuelsen javnaði til 3-3, men Jákup B. Andreasen skoraði skjótt aftur til 4-3 til KÍ. 4-3 var úrslitið. Merkisvert var, at KÍ síðsta partin av dystinum, har liðið skoraði trý av sínum málum, spældi við nærum fimm álopsleikarum – Patrik Johannesen, Jóannes Bjartalíð, Torbjørn Grytten, Aksel B. Danielsen og Darius Lewis – á vøllinum samstundis, har fleiri høvdu meira verjukendar leiklutir enn vanligt. KÍ satsaði nógv. og tað gav úrslit.

 

Framúr undirhald

Talan var um ein framúr undirhaldandi dyst. Sjey mál, reytt kort og spenning til síðsta bríksl. KÍ endaði omaná og er sostatt í hálvfinaluni. KÍ vísti mentala styrki at koma aftur eftir at hava verið aftanfyri 2-0 og innskiftu leikararnir fingu avgerandi leiklut.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…