Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landstýriskvinnan mælir løgtinginum frá at samtykja uppskot frá Magna Laksáfoss um at liberalisera føroyska elmarknaðin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.04.2019 - 11:12 Politikkur Tíðindi

Vit hava fingið vátta frá nevndarlimi í rættarnevndini hjá løgtinginum, at Sirið Steenberg á fundi í rættarnevndini mælti løgtinginum frá at samtykkja løgtingsmál nr. 112/2018 um at liberalisera føroyska elmarknaðin, sum uttanflokkatingmaðurin Magni Laksáfoss eigur.

Vit hava roynt at fingið hetta vátta hjá landstýriskvinnuni, men hon hevur verið á landsstýrisfundi í morgun hevur ikki  enn latið við seg koma.

Talan er um eitt uppskot, sum er hjartamál hjá uttanflokkatingliminum ið hevur verið avgerandi atkvøðan hjá samgonguni í løgtinginum eftir at Kristin Michelsen varð tveittur úr Javnaðarflokkinum.

Uppskotið hjá Magna Laksáfoss um at liberalisera føroyska elmarknaðin, liggur í rættarnevndini og skal sambært dagskránni hjá løgtinginum í morgin til atkvøðugreiðslu um at fáa uppskotið úr nevnd. 

Verður ikki gjørligt hjá Magna Laksáfoss at fáa løgtingið at samtykkja at taka uppskoti frá rættarnevndini, verður tað vantandi liggjandi í nevndini til løgtingið fer í summarfrí og uppskotið dettur burtur. Tí kann tað gerast ógvuliga trupult hjá samgonguni at varðveita stuðulin frá løgtingsmanninum.

Løgtingið hevur longu samtykt uppskot frá Sambandsflokkinum, sum heitir á landsstýriskvinnuna um at arbeiða víðari við at kanna hvussu man kann liberalisera orkuøkið so man kann seta ferð á arbeiði at finna grønar orkuloysnir.

Landsstýriskvinnan hevur sagt á fundi í rættarnevndini at hon ætlar at biðja løgtingið um eykajáttan til at fremja samtykta uppskotið hjá Sambandsflokkinum sum skjótast.

Sum skilst hevur Magni Laksáfoss ikki enn boða samgonguni frá um hann framvegis stuðlar samgonguni eydnaðst tað ikki honum at fáa uppskotið aftur úr nevnd. Men tingmaðurin stendur heldur ikki serliga sterkur sum flokksleysur tingmaður, um hann velur at trekkja stuðul sín frá samgonguni og úrslitið verður at Løgmaður má skrivað út løgtingsval.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB