Lýsing
Lýsing

Páskamysing

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein  |  23.04.2019 - 11:24 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Páskirnar 2019 eru við at halla. Tann angandi kannan av kaffi stendur á borðinum. Onki er sum nýbryggja Karat kaffi. Tað veit man hvat tað er. Tað er annar páskamorgun, og ræðslan frá sorgarleikinum í Sri Lanka tykist ikki at fáa nakran enda. Páskafriðurin er oyðilagdur, og enn einaferð er mannaættin mint á sína egnu ræðumynd. Men enn melur Jørðin og enn einaferð fer tað góða at sigra á tí ónda. Og aftur næsta ár verða Páskir, til minnis um tann upprisna, sum lærdi okkum um tað góða, og um næstrakærleika og um fyrigeving.

Hendan heldur gráa morgunin, siti eg og hyggi oman á tann koksgráa sandin, og eygleiði tær smáu tutlandi aldurnar. Tær bróta so sera langt úti í morgun, og tað er langt niðan til tarabrúnna longur inni á sandinum. Sum eg siti her og eygleiði hetta so tølandi vakra náttúrfyribrigdi, rennur mær til hugs, at tað er mysingarfjøra. Mysingardagur er og tað er Páskamysing. Hesi trý orðini hava næstan ikki verið í mínum hugaheimi síðan eg var smádrongur, og sum eg siti framman fyri telduni, skundi eg mær at GOOGLA tey. Men har er onki at finna; tað er sum hesi fyribrigdi við tíðini eru sokkin í gloymskunnar hav hjá mær og øðrum, og kanska hava hesi orð ongantíð vunnið seg inn í okkara nútíðarsamfelag. 

Páskadagur er fyrsti sunnudagurin eftir tann sonevnda "Paschal" fullmánan. Paschal fullmánin er fyrsti fullmánin eftir várjavndøgur. Og várjavndøgur er, tá ekvator á jørðini er vatnrætt við miðjuna á sólini, og dagur og nátt eru áleið líka long. Sum flestu kunnugt er harður streymur tá tað er fullmáni og tendring, og 2 dagar eftir hesi fyribrigdi hava vit tað sum kallast mysing, við á leið 2 vikum ímillum. Mysing er harður og harðastur streymur. Og við tað at Páskadagur altíð er ein sunnudagur eftir fullmána, hava vit eisini á hvørjum ári fyribrigdið, sum er Páskamysing. Og tá er tað sum í dag eisini høg flóð og stór fjøra.

Paschal er upprunaliga úr Aramæiskum, og merkir “Tað farna”. Veturin er farin afturum, og eftir vár-javndøgur vinnur dagurin og ljósið á myrkrinum; ja líka fram til heyst-javndøgur, er tann ljósi dagurin sigursharrin.

Men mysing er enn tann dag í dag eitt fyribrigdi, sum ein partur av okkar sjófólkið kenna til fulnar og hava alstóra virðing fyri. Tað eru tey sum fara til útróðrar, at vinna til dagligt breyð á sjónum. Tey, tí tað tíbetur í dag ikki bert eru menn sum rógva út, men eisini kvinnur. Og tað er ikki bara veður og vindur, sum atlit skulu takast til, men sanniliga eisini streymur, og tað sum hartil hoyrir. Teir gomlu plagdu at siga, at Øsku-mysingin var tann ringasta (sum eisini er um háveturs tíð). At verða útróðrarfólk er ikki sum onnur størv. Og tað verður ikki spurt um klokku ella hvør dagur tað er. Her ræður um at tillagað seg náttúruna, við tess veldi og tess margfeldni, og taka tær løturnar, sum náttúran loyvir. Mysing og harður streymur er teirra fíggindi, sum ikki kann vinnast á, uttan at virða máttin og megin í honum.

Og eg kann ikki lata verða við at hugsa um Janus Sørensen á útróðrarbátinum Brandi í pólsku sjónvarpssendingini, sum var send í KVF Páskakvøld. Hansara tráan til sjógvin. Og hóast hann ikki megnaði at hava sín fyrsta útróðrarbát, vegna vánaligan fiskiskap og prísir, vildi og valdi hann sjógvin enn einaferð. Onkursvegna er hann sum øll onnur útróðrarfólk eitt við tað stóra og tølandi elementi. Um fongurin er góður, er stríði og strevið bert ein fyritreyt til dagsins yrki. Hvønn tann einasta túr er tað vónin sum dregur; vónin um tann góða fongin. Har er ongin sjálvfylgja, men hvør túrur er ein innilig vón um at draga fiskin úr tí myrka dýpinum. 

Og meðan eg sitið við kaffikrússinum og hugleiði fyri meg sjálvan, renna sum ikki einaferð orðini hjá Santiago fram fyri meg úr bókini Gamli maðurin og havið hjá Hemmingway:

Tú dregur ikki fiskin av grunni bert til lívsins uppihald og fyri at selja hann til mannaføði. Tú gert tað í stoltleika og tí tú ert FISKIMAÐUR. Tú vart góður við hann, tá hann var livandi, og tú ert góður við hann tá hann er fiskaður. Um tú ert góður við hann, er tað ikki ein skemdargerð at fiska og bløðga hann. Ella er tað nakað annað? Kanska er man føddur til at gerast fiskimaður!

Um nakar sannleiki er í tí, at man er føddur til at verða veruligur fiskimaður, so hava vit skyldu til at skapa bestu karmar til tey, sum hava hendan vinnuveg sum sítt lívsverk. Alt annað er hugmóð. Hesin vinnuvegur eigur at hava okkara allarstørstu virðing, og eg meini verðuliga virðing. Vit hava ikki tøl fyri Føroyar, men í Noreg er tað at verða fiskimaður, og serliga á smærru bátunum vandamiklasta starv í Noreg. Og støðan er mest sannlíkt tann sama í Føroyum. Hetta er føroya vandamiklasta starv, og vit umrøða hetta við lítlari og ongari virðing. Tað er verulig hugmóð, sum als ikki eigur at hava nakrar røtur í okkara kjakmentan og samfelag sum heild

Tað verður tosað um fiskivinnu, sum um tað bert vóru nótaskip til. Og kjaki er eisini har eftir. Og alt skal passa inn í onkrar teoriir og onkur rokniørk hjá serkønum, uttan at tað hjá nøkrum gongur upp. Tað verður tosað niðrandi um tey sum hava sítt lívsverk á sjónum, serliga um inntøkan er høg. Og ikki minst tey sum hava síni vinnutól á sjónum, har tað stendur gott og væl upp og niður.

Tankarnir hendan morgunin eru veruliga farnir við mær, og sum eg hyggi út gjøgnum kvistsrútin, síggi eg nøkur mjúk seiglig aldubrot bróta. Men av høgættini reisur seg ein snjóhvítur aldukambur á teimum. Hesin snjóhvíti reini liturin fær meg at hugsa um søguna Moby Dick og skiparan Akab, sum við vísdómi fortelur okkum um leitanina eftir tí hvíta hvalinum og um spurningin hvar hann kann finnast: “Staðið finst ikki á nøkrum korti; sonn støð eru ongantíð á nøkrum korti”

Meðan krússið er við at tømast fyri aðru ferð, kann eg ikki annað enn grunda yvir hesi vísdómsorðin hjá Akab. Sonn støð eru ikki á nøkrum korti. Men tey eru til. Og um tey ikki eru á nøkrum kortið, so er tað kanska ein borgarlig skylda hjá okkum øllum at leita eftir teimum, heldur enn at nýta kort omaná kort fyri at finna hetta staðið og vegin hartil. Verulig støð eru kanska har vit sum menniskju taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum og okkara næstum, so tað gongst væl hjá okkum øllum, við virðing fyri hvørjum einstakum. Og tað gera vit best við framburði og menning okkum øllum at frama.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…