Lýsing

Mentan, ítróttur og ókeypis at koyra

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2019 - 12:37 Leiðarin Mentan Vinna

Hetta er tíðin tá blómurnar spretta og fólkalívið tað somuleiðis. Vit hava um dagarnar Mentanarviku í Runavíkar kommunu og Vágs kommuna tekur tráðin upp mánadagin og fyriskipar sína fyrstu Mentanarviku nakrantíð.

Samstundis er næsti tunnilsdagur í ár, tá vit Norðoyingar sleppa at smakka tað, sum varð okkum lovað, nevniliga fría ferðslu millum Eysturoynna og Norðoyggjar. Hesi bæði økini í Føroyum hava so mikið nógv til felags, at ongin ivi er um, at nógvir norðoyingar fara at vitja í Eysturoynni, eins og nógvir eysturoyingar í Norðoyggjum, nú ókeypis verður at koyra leygardagin. Klaksvíkar Handilsfelag spennir seg sum vant út við nógvari nýggjari vøru og góðum tilboðum. 

Norðlýsið spennir seg út og kemur í hvørt heim í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy. Í blaðnum bjóðar Jógvan Skorheim vælkomin til Klaksvíkar á Tunnilsdegnum og Dennis Holm bjóðar øllum vælkomin á mentanarviku í Vági.

Mjølnir menninir vunnu sítt fyrsta meistaraheitið síðan 2004, tá teir bastu Fleyr 3-1 í seinnu FM finaluni leygardagin í Høllini á Hálsi. Samstundis vunnu teir steypafinaluna fyrr í ár og harvið hava teir vunnið greipuna. Almenn móttøka verður í dag kl. 16.30 í býráðshúsinum. Norðlýsið ynskir Mjølnir hjartaliga til lukku við greipuni.

Formanssamrøðurnar halda fram, hesaferð við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi. Vit hoyra millum annað um hansara barna- og ungdómslív og um fiskivinnunýskipanina, ið hevur verið fyri so mongum atfinningum og um loysingina, sum enn manglar.

Vit lesa um spennandi ætlaninar á Fótbóltsakademi Føroya í Vági, har royndi venjarin Sigfríður Clementsen er annar av monnunum handan samstarvi millum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy. Samstarvið fevnir bæði um leikarasíðuna og venjarasíðuna. Norðlýsið hevur tosað við hann og spurt um, hvussu støðan er í Vági

KÍ hevur haft viðvind í ár, úrslitini hava verið góð og spælið hevur verið betur. Fjepparar hava verið væl nøgdir við avrikini higartil og nógv verður práta um Mikkjal hevur broytt spælistíl. Útlendsku leikararnir hava gjørt mun har serliga Simen Sandmæl hevur skarað framúr. KÍ er komið víðari í steypakappingini eftir framúr comeback móti B36 og tá hesar linjurnar verða skrivaðar er ikki kent hvørjum møtt verður í hálvfinaluni. Vit minnast stóru løturnar á Tórsvølli og umborð á Smyrli í 2016. Hetta vilja vit meira enn fegin hava eina endurtøku av.


Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár