Lýsing

Heldur ikki Húsarhaldsskúlan kláraði samgongan at levera!

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin  |  01.05.2019 - 10:55 Politikkur Tíðindaskriv

Fleiri ferðir hetta valskeiðið hevur samgongan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn brúkt eitt lyfti um nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík sum mótvekt fyri at kunna gera risaíløgur í Havn, men nú løgtingið fer heim fríggjadagin, er greitt, at tey heldur ikki her hava hildið orð. Val verður í seinasta lagi í heyst, og enn er ikki eingong spakin settur í.

Landsstýrissamgongan hevur í hesum nú skjótt farna valskeiði so at siga bara gjørt átøk, sum hava kostað Eysturoynni og Norðoyggjum, ikki minst á fiskivinnuøkinum, men eisini tí Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn næstan bara gera íløgur í høvuðsstaðnum.

Og nú vísir tað seg enntá eisini, at ein av teimum heilt fáu íløgunum, sum tey beinleiðis hava lovað at fremja í Klaksvík, heldur ikki verður framd hetta valskeiðið.

Mestsum alt hetta valskeiðið hava løgmaður og landsstýrisfólk í hesi samgonguni skeltað við, at nú skal nýggjur Húsarhaldsskúli Føroya byggjast í Klaksvík.

Tí er tað sera skuffandi, men eisini frekt av Føroya Landsstýri ikki at gera tað, sum skal til, fyri at kunna halda orð og soleiðis blokkera fyri hesi næstan einastu íløguni hjá landinum í Klaksvík hetta valskeiðið.

Eg veit, at Klaksvíkar býráð hevur gjørt sín ríkiliga part til at fáa hetta málið avgreitt, men hóast landsstýrið hevur havt fleiri ár til at fremja tað, so vísir tað seg, at har er eingin vilji í landsstýrinum, tá nakað skal gerast í Klaksvík.

Vit mugu tíverri staðfesta, at landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í nú skjótt farna valskeiðnum hevur víst í verki, at tey als einki hjarta hava fyri nordurøkinum.

Hetta málið er heilt víst eitt av teimum, sum Fólkaflokkurin fer at fremja í verki eftir komandi løgtingsval, um vit fáa møguleikan í eini nýggjari landsstýrissamgongu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…