Lýsing

Jóannes Bjartalíð og Boris Dosljak á odda

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.05.2019 - 18:43 Ítrottur Tíðindi

Umframt at KÍ er oddalið í Betri Deildini eftir sjey umfør, so eigur KÍ eisini toppskjúttan og leikaran við flest uppleggum í deildini.

KÍ er oddalið í Betri Deildini hjá monnum eftir sjey umfør við 17 stigum, tveimum stigum frammanfyri Skála á 2. plássi. KÍ hevur vunnið fimm landskappingardystir á rað og fyrst og fremst er tað álopsspælið, sum hevur sæð gott út, tí KÍ er liðið, sum hevur skorað nógv flest mál (19) í deildini. Vit skulu aftur til 2002 fyri at finna eitt ár, har KÍ hevur skorað fleiri mál eftir sjey umførum. Vit skulu aftur til 2000 fyri at finna ein størri sigur enn 7-0 sigurin hjá KÍ móti TB sunnudagin.

 

Jóannes Bjartalíð er toppskjútti

22 ára gamli Jóannes Bjartalíð er toppskjútti í Betri Deildini hjá monnum við sjey málum í sjey dystum. Tvey fleiri enn Stefan Radosavljevic úr TB. Bæði í 2018 og 2017 skoraði hann átta mál, so alt bendur á, at hetta verður besta árið síðani 2016. Í 2016 skoraði hann 17 mál.

 

Boris Dosljak tikið seg nógv fram

Ein KÍ-leikari sum hevur tikið seg nógv fram er 29 ára gamli Boris Dosljak úr Montenegro. Hann spældi í fjør sítt fyrsta kappingarár í føroyskum fótbólti. Tá skoraði hann fimm mál og legði upp til fimm mál. Í løtuni er hann leikarin í Betri Deildini hjá monnum við flest uppleggum. Hann hevur lagt upp til fimm mál og skorað tvey mál. Sostatt er hann longu eftir sjey umførum nær ið at koma uppá somu tøl sum í fjør. Adrian Justinussen (HB) hevur lagt upp til næstflest mál (4). Eisini Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen eru millum leikararnar við flest uppleggum (3).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…