Lýsing
Lýsing

Ein seinasta heilsan til Elsebeth Kalsø Danielsen

SKRIVAÐ: Elsebeth Sofía Danielsen  |  01.05.2019 - 20:57 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í góðveðrinum í dag fylgdu vit tær tína síðstu ferð her á fold. Hesin vakri dagur passaði væl til tína jarðarferð – tú, sum altíð elskaði tað vakra.

Eg ringdi til Niels Paula annan páskadag, tí eg ætlaði at koma suður at vitja teg dagin eftir, men tá ið Niels segði við meg, at hetta møguliga fóru at verða tínir síðstu dagar, avgjørdi eg, at eg beinanvegin skuldi fara suður. Allan vegin suður sat eg og hugsaði um, hvat eg skuldi siga við teg - hvussu eg skuldi takka tær fyri alt. Men tá ið eg kom inn á palliativu stovuna á B6, sá eg beinanvegin, hvussu støðan var, og at eg nokk ikki fekk eina samrøðu við teg aftur her á fold. Tú lá har - vøkur sum altíð - við øllum tínum nærmastu rundan um teg.

So tú fært eina takkarkvøðu frá mær her, góða Elsebeth. Ígjøgnum alt mítt lív hava tú og Niels verið har, og eg havi verið so errin av, at tit vóru mín familja. Og tá ið eg var lítil, var eg ikki minni errin av, at eg bar næstan sama navn sum tú – munurin var bert okkara millumnavn. Tit vóru tey einastu í faðirætt, sum vóru her í Klaksvík. Sum smágenta elskaði eg at sleppa at vitja tykkum í prestagarðinum á Brekku. Har var alt so vakurt og spennandi. Kontórið hjá Niels, við øllum bókunum og allir prýðislutirnir hjá tær, sum eg kundi standa leingi og eygleiða – serliga teir, ið stóðu á hornaskápinum. Eg elskaði alt tað vakra, sum tú var umgyrd av. Serliga minnist eg væl aftur á, tá ið tú vísti mær tín urtagarð, ið tú brúkti nógva tíð og orku uppá at fríðka. Hóast eg visti væl, at eg ikki skuldi røra við alt tað vakra, so føldi eg meg altíð væl í prestagarðinum.

Sum eg vaks til, føldi eg meira og meira tykkara umhugsni, gevaralyndi og fjálgu tankar. Tá ið eg ruddaði í gomlum pappírum herfyri, komu nógv gomul postkort, føðingardagskort og jólakort fram. Sendarin av nógvum teimum flestu vóru tú og Niels. Tað er júst hetta, sum hevur sermerkt tykkum. Allir tankarnir, jólakurvar, gávur o.a., sum tú hevur sent okkum í Árnafirði ígjøgnum ár og dag, hava veruliga fjálgað um. Eisini síðstu jólini fekk eg eina so vakra jóladekoratión frá tær. Hon stendur her enn og gevur mær eina góða kenslu – eina kenslu av familjukærleika. Tú og Niels hava altíð verið áhugaði í mínum lívi, og eg havi følt, at tit gleddust, tá ið tað gekk mær væl. 

Ofta verður tikið til, at handan hvønn sterkan mann stendur ein sterk kvinna. Og tey, sum kendu teg, vistu, hvussu arbeiðssom og sterk tú var. Tú gekk høgt uppí tykkara heim, ið altíð var reint og ruddiligt, og tað var ikki neyðugt hjá nøkrum at koma afturumaftur, tá ið tú hevði gjørt nakað. Hóast sjúka rakti teg fyri trimum árum síðani, so bar tú sjúkuna væl og helt teg sjálvari í gongd í heiminum og royndi at røkta tín urtagarð so leingi, sum orkan var til tað. So seint sum 6. desembur í fjør, á 80 ára føðingardegnum hjá Nielsi, vóru vit úti og ótu saman við allari familjuni her norðuri.    

Eg vil eisini takka tær fyri familjuna, ið tú og Niels hava givið okkum. Saman fingu tit tveir fittar og skilagóðar synir, sum góvu tykkum sjey ommu- og abbabørn, harav eg eri gumma til tvey – Aksel og Duritu. Eisini fekk tú loyvi at uppliva at gerast langomma tríggjar ferðir. Hóast vit ikki slíta gáttina hvør hjá øðrum, so eri eg sera góð við og takksom fyri tey øll.     

Myndin, ið eg havi lagt við hesi orðini, er tikin á Landsjúkrahúsinum í januar 2018, tá ið vit fingu Bjart. Eg var og eri so glað fyri løtuna, sum vit fingu har úti, tá ið tú kom at heilsa nýggja lívinum vælkomnum. 

Nú tú ert farin handan sýnina, er missurin størstur hjá Niels Paula. Tit vóru góð hvørt við annað, og tú vart hansara klettur. Má Harrin styrkja hann og tykkum øll í sorgini.

Í kvøld havi eg tendrað jóladekoratiónina, sum eg fekk tollaksmessudag, til minnis um teg – hvíl í friði, góða Elsebeth.

 

Elsebeth Sofía Danielsen

30.04.19

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…