Lýsing

Herborg stillar upp

SKRIVAÐ: Sjálvstýri  |  02.05.2019 - 13:52 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Herborg Hansen úr Klaksvík verður valevni fyri Sjálvstýri til komandi løgtingsval. Herborg er 28 ára gomul og er útbúgvin innan tónleika vinnu og sangsmíð.

Herborg er í løtuni fløguaktuell við nýggju fløgu hennara ”Eyðkenni”, og tað er júst mentunarøkið ið liggur henni sera nær. Herborg ynskir at vera við til at seta størri sjóneyku á mentan í breiðari merking.

- Tað er týdningarmikið, at vit betra um karmarnar fyri mentanarligum og kreativum virksemi. Tað skal gerast hugaligari hjá tí privata at stuðla mentan, soleiðis at virksemi gerst meiri fjølbroytt og breitt kring alt landið. Hetta kann m.a. gerast við eini endurskoðan av toll og meirvirðisgjøldum.

Eftir at hava búð uttanlands í 10 ár, fegnast Herborg um at vera flutt heim. Hon sigur seg vóna, at hon við sínum royndum og førleikum, kann vera við til at seta síni fingramerki á samfelagið.

Jógvan Skorheim, floksformaður, fegnast um at Herborg verður á listanum til komandi val.

- Vit í Sjálvstýri fegnast um at Herborg hevur játta at stilla upp. Herborg vil við sínum royndum og førleikum vera eitt sterkt íkast til listan til komandi val, sigur Jógvan Skorheim.

Herborg arbeiðir á Bakkafrost á Glyvrum, og er við fyrsta barn saman við skotska sjeikinum James Clarke.

Í 2018 flutti Herborg heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í 10 ár. Hon hevur gingið á altjóða miðnámsskúla í Norra, passað børn og lært franskt í Frankaríki, og lisið á fróðskaparsetri í Skotlandi. Í Føroyum er hon møguliga mest kend fyri at vera sterkasti kvinnuligi telvari, tó tað er ein løta síðani hon hevur fingist nógv við ítróttin.

 Herborg hevur lokið Bachelor og Master útbúgving innan tónleika vinnu og sangsmið, og hevur roynt seg við ymiskum mentanarligum arbeiði, eitt nú samskipan og útinnan av tiltøkum, festivalum, listaframsýningum og fløgu útgávum. Eisini hevur hon verið uppi í politikki, sum umboð fyri lesandi á fróðskaparsetri í Skotlandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…