Lýsing

Metingar: Kappingin kann slitna sundur hetta umfarið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.05.2019 - 18:06 Ítrottur Tíðindi

Her verður mett um teir fimm dystirnar í 8. umfarinum í Betri Deildini hjá monnum.

Sunnudagin verður 8. umfar í Betri Deildini hjá monnum leikt. Í hesum umfarinum eru greiður favorittar í flestu dystunum, men stóri dysturin er á Skála, har Víkingur vitjar. Fáa vit bara favoritt sigrar hetta umfarið, so slitnar kappingin sundur í tvey, har seks tey ovastu frá teimum báðum síðstu kappingarárunum eru leys frá restini. Niðanfyri verður mett um teir fimm dystirnar.

 


B36-ÍF

B36 er mitt í einari vánaligari gongd við fýra tapum á rað. Hópurin er hart raktur av skaðum, og tað merkist í dystum, serliga tí leikarar spæla, sum at síggja til ikki eru klárir til at spæla heilar dystir. KÍ, Víkingur og NSÍ avgjørdu dystirnar móti B36 seint í dystunum, tá hesi spældu við meiri orku og yvirskoti í dystum, sum vóru javnir stóran part av tíðini. ÍF fekk ein sigur móti EB/Streymi, sum kom sera væl við, bæði hjá ÍF og fyri kappingina. Nú hevur nýggja venjaraparið við Hans Jørgen Djurhuus og Kára Reynheim havt nakrar dagar at arbeitt saman við hópinum, og nú verður spennandi at síggja, hvat ÍF kann. B36 eigur at reisa seg her og skráin komandi umførini ger, at B36, sum sleppur frá at brúka orku uppá hálvfinalur í mun til fýra onnur topp lið, hevur komandi seks umførini ÍF, TB, Skála, AB, ÍF og TB. Eftir hesar seks dystirnar eigur B36 at vera heilt nær toppinum, har tað í løtuni eru fimm stig upp. Tipping: 1 (3-1)

 


TB-NSÍ

Hetta eru tvey lið, sum hava verið óstøðug higartil. Hvørgan av liðunum hava vunnið nakran útidyst, men hava víst styrki á heimavølli, har TB hevur 7 av 12 stigum og NSÍ 12 av 12 møguligum. TB-liðið sá ikki gott út móti KÍ í 7-0 tapinum seinast, og so er spurningurin, hvørja ávirkan eitt slíkt stórtap og síðani ein skaði til liðskiparin Poul Ingason fær á liðið. NSÍ spældi ein góðan seinna hálvleik móti B36 og vann uppiborið. Liðið tykist nærkast at hava funnið seg til rættis, har m.a. Pól Jóhannus Justinussen nú aftur spælir á sentrala miðvøllinum, meðan Búi Egilsson tykist vera fallin til, nú hann seinastu tveir dystirnar hevur verið við í fleiri málum. Hesaferð spælir Búi á sínum fyrrverandi heimavølli. Útfrá úrslitunum síðstu tíðina er NSÍ favorittur hendan dystin, men við Stórá kann TB á góða degnum geva øllum harða mótstøðu og eisini taka stig. Tipping: 2 (1-2)

 


EB/Streymur-HB

EB/Streymur tapti lykla-dystin móti ÍF seinast og tann dagin sá ein, at EB/Streymur hevur lágt botnstøðið, tí liðið hevur fyrr í ár spælt upp móti flestu av topp 6 liðunum. At liðskiparin Rógvi Nielsen er leikbannaður hjálpir heldur ikki uppá støðuna. HB hevur verið helst størsta vónbrotið í ár, tí higartil hava føroyameistararnir als ikki víst nakað av sannførandi avrikinum í fjør. Men tað kann væl vera, at nú fer at venda, tí týdningarmiklir leikarar sum Lasse Andersen og Tróndur Jensen eru tøkir aftur eftir skaða. Hyggja vit eftir stigatalvuni nú, so er hetta saman við TB-NSÍ dystinum tann dysturin, sum kann gera, at kappingin slitnar sundur í tvey, um HB og NSÍ vinna. Men vinnur EB/Streymur, so fer EB/Streymur framum HB. HB er tó greiður favorittur. Tipping: 2 (0-2)

 


Skála-Víkingur

Stóri dysturin hetta umfarið er á Skála. Eitt skert Skála lið tekur ímóti Víkingi, sum eisini manglar onkran leikara. Skála hevur verið sannførandi flestu dystirnar í ár, men grundarlagið hevur m.a. verið ein sterkur verjupartur, har Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen hava verið álitini og spælt hvønn minutt. Men hesaferð er hvørgan av teimum tøkur. Jákup hevur leikbann og Fróði er burturstaddur. Harumframt eru Søren Nielsen og Edvin Jakobsen ikki við vegna skaðar. Andreas L. Olsen verður ikki við hjá Víkingi, meðan ivamál er um Adeshina Lawal, sum ikki spældi seinast. Víkingur hevur hagtølini á sínari síðu, meðan Skála hevur avrikini á sínari síðu, um vit hyggja eftir fyrstu sjey umførunum. Vinnarin av hesum dystinum leggur seg á 2. plássið. Ein samanrenning av, at Fróði og Jákup ikki eru við og at Víkingur vanliga hevur so gott tak á Skála ger, at vit tippa ein smalan útisigur. Tipping: 2 (1-2)

 

AB-KÍ

AB bleiv eftir síðsta umfar botnlið. Men hóast AB hevur tapt seks av sjey dystum, so er tað bara í eina dystinum, at spenningur ikki hevur verið til tað síðsta. KÍ hevur fimm sigrar á rað í landskappingini, og avrikini hava verið sannførandi síðstu tíðina. Á Argjum hevur AB argað KÍ áður, men KÍ má taka favorittleiklutin á seg. Tó kann talan blíva um ein spennandi dyst, tí m.a. hava vit sæð Skála, B36 og HB vunnið smalar sigrar móti AB, sum á einum øðrum degi í summum førum kundu endað øðrvísi. Hjá KÍ hevur tað stóran týdning, at øll trý stigini verða vunnin á Argjum, har øll hini topp 6 liðini hava fingið fult higartil. Tipping: 2 (0-2)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk