Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er góður eginleiki at seta sær høg mál, men umvent gerst fallið tað sjónligari í almenningininum um hesi mál ikki verða rokkin | Mynd: Oliver Joensen

Samgongan tók munnin ov fullan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.05.2019 - 07:06 Leiðarin Politikkur

Seinni í dag fer løgtingssamgongan í summarferiu. Og tað verður í roynd og veru tað seinasta, hon ger, tí løgtingsval skal í seinasta lagi vera 30. august. Tingið verður sett 29. juli, og skrivar løgmaður út val tá, fáa tingfólk heldur ikki arbeitt í august mánað. Tí er stundin nú komin til at gera upp, hvat sitandi landsstýrisamgongan formáddi sær, og hvar hon gjørdist ov stutt.

Ætlanirnar vóru sera stórar. Fiskivinnan skuldi fullkomiliga nýskipast, sjúkrahúsverkið eisini, nýggj stjórnarskipan skuldi gerast fyri Føroyar, pensiónsskipanin skuldi skipast av nýggjum, fleiri yvirtøkur skuldu fremjast, havrannsóknarskip gerast, og blokkstuðulin skuldi fyrst frystast og síðani minkast.

 

Nýskipanirnar eydnaðust bert partvíst

Heilsunýskipanin varð sett í verk, men er ikki komin reiðiliga upp at koyra enn. Felags leiðsla er skipað, men allir stjórarnir eru síðani farnir frá, og tískil má ein nýggj felags leiðsla koma upp at koyra, áðrenn menningarætlanin (sum er tann veruliga nýskipanin) kann setast í verk. Her er tí ov tíðliga at siga, um heilsunýskipanin verður væleydnað, men í skrivandi stund er hon merkt av rumbli, har forstjórin segði seg úr starvi í ónøgd yvir Heilsumálaráðið.

Fiskivinnunýskipanin hevur higartil verið sterkt merkt av óvissu. Flestallir aktørarnir, sum virka undir henni, eru misnøgdir við hana, og sera misjavnt er, hvussu væl tað hevur eydnast at seta hana í verk. Vørn rópar varskó, tí teir megna ikki at hava eftirlit við øllum tættunum í nýskipanini. Uppboðssølurnar virka nøkulunda, men elva til ónøgd og misskiljingar, serliga tær afturlatnu.

Menningarkvoturnar virka stak illa. Einans ein sjeyndapartur av teimum varð fiskaður í fjør, og nú vit skriva mai 2019, eru framvegis ongar nýggjar útskrivaðar. Tað tykist sum um nevndin ikki klárar at fylgja við, og tí rullar Fiskimálaráðið ein kavabólt frammanfyri sær. Ilt er at síggja hvørki mál ella mið við teimum. Onkrar játtaðar til Norðstreym verða virkaðar í Eysturoynni, fleiri enda í Fuglafirði, summar fáa undantaksloyvi, aðrar verða drignar inn aftur, og til ber ikki at siga, at tær hava vent nakrari fólkafráflyting ella arbeiðsloysi til tað betra. Føroya fólk veit í grundini ikki, hví vit hava menningarkvotur, ella hvat tær skulu menna.

Pensiónsnýskipanin var tann einasta, sum bar heilt á mál. Her hevur landsstýriskvinnan í almannamálum megnað tað, sum onnur landsstýrisfólk ikki hava og hevur gjøgnumført ein fullfíggjaðan reform. Til hetta mátti hon gamaní fáa hjálp frá Sjálvstýri, men nú skipanin er komin í gongd og hevur virkað í eina tíð, er líkt til, at hon virkar væl. Nakað av ónøgd hevur verið, men ikki meira enn man kundi væntað av einum og hvørjum reformi.

Stjórnarskipanin eydnaðist hinvegin als ikki. Fyrst vendi løgtingsfyrisitingin tumlinum niður, tí uppskotið var at kalla óbrúkiligt, men so atkvøddu kortini 17 tingfólk fyri at viðgera hana óansæð. Har gjørdi løgmaður tað taktiskt snilda, at hann slepti sær av við stjórnarskipanina og yvirlæt hana til tingið at gera lidna. Tað var ivaleyst eisini taktikkur, sum gjørdi, at fyrrverandi sambandsmaðurin Heðin Mortensen varð settur til formann í nevndini, ið skuldi viðgera hana. Um tað var tilætlað ella ikki, kann bert gitast um, men úrslitið gjørdist ið hvussu er, at stjórnarskipanin datt niðurfyri og er ongantíð løgd fram aftur. 

 

Nógv mál detta burtur

Nú tingið fer í summarfrí, inniber tað, at umleið 70 mál detta burtur. Millum hesi eru fleiri nýbygningar, til dømis Barnaheimið í Havn/Hoyvík og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík. Nógv umtalaðu veiðigjøldini detta eisini burtur, eins og tey gjørdu í fjør. Ivasamt er, um tey nakrantíð fara at verða løgd fram aftur, tá hugsað verður um, hvussu tungur burður tey hava verið.

Av málum, sum andstøða og samgonga kundu semjast um at fáa liðugt viðgjørd, eru hinvegin eitt nú málið um cannabisheilivág, jarðhita og minningardagur um Holocaust. At síggja til eru tað sostatt smá mál, sum verða endaliga viðgjørd, meðan fleiri stórmál fara í ommu sína. Tvær eykajáttanir eru eisini á skránni fyri seinasta tingdag.

 

Hvat eydnaðist so?

Av vallyftunum hjá sitandi samgongu eru summi mál komin ígjøgnum, treyðugt so. Landsbankin er endurstovnaður, og farið er undir at byggja nýtt havrannsóknarskip. Pensiónsnýskipanin er sett í verk, og lutvís yvirtøka er gjørd av útlendingamálum, eins og av persóns-, familju- og arvarættarmálum. Barsilsfarloyvið er somuleiðis longt nakað. Tjóðleikhúsið er sett á skinnarar, men sær út til longu at renna seg í trupulleikar. Bæði tí landsstýrið einans vil fíggja ein góðan triðing, men eisini tí at sera mong fólk eru ónøgd við ætlaðu staðsetingina á Skálatrøð.

Tað eydnaðist at fáa Glasir lidnan, men hesin bygningurin er helst tann, sum samgongan minst av øllum vildi, at hon varaði av. Gøla omaná gølu hevur eyðkent bæði byggingina og lidna bygningin. Gerðarrættarmál koyrir í løtuni, og bæði stjórin á Landsverki og mentamálaráðharrin mistu høvdini av málinum, ið ongan enda tykist at fáa. Rokningar blíva við at koma inn, tann seinasta í hesi vikuni, tí neyðugt nú verður at dekka rútarnar við gardinum.

 

Deus ex machina

Løgmaður hevur dugað væl at siglt millum skerini, má sigast. Onkuntíð hevur tað verið meira eydnan enn forstandið, men til aðrar tíðir hevur hann sýnt sera gott handalag at mýkja støður. Summar tíðir hevur hann verið meira diplomatiskur, enn gott er, eitt nú tá hann treytaleysur helt hondina yvir táverandi mentamálaráðharra. Landsstýrisfólkini hava eisini havt rættiliga víðar teymar undir verandi løgmanni.

Hvussu er og ikki, so bendir alt nú á, at hann sleppur at halda sína 4. ólavsøkurøðu, og tað er í sær sjálvum eitt bragd. Mong, eisini Norðlýsið, hava spátt minnilutasamgonguna til at slitna fleiri ferðir, men sum við “deus ex machina” er hon bjargað hvørja ferð, bæði uppá trúligar og ótrúligar mátar. Onkuntíð hava avtalur verið gjørdar við ein leysgangara, onkuntíð við ein annan, onkuntíð við Sjálvstýri (og tað sama varð roynt við Miðflokkinum), onkuntíð er tingið sent heim, og nú í seinastuni hava fartelefonsamrøður bjargað samgonguni. Ótrúligt, men satt.

Veljarakanningarnar spáa allar ein lítlan meiriluta til sitandi andstøðu, men hvørja ferð eru tað marginalar, ið kunnu avgera alt. Tann stóra og mest eftirfarandi veljarakanningin verður fólkatingsvalið, ið helst verður 26. mai. Her skal man tó hava tað fyrivarnið, at smáu flokkarnir ivaleyst klára seg betri til løgtingsvalið, enn hvat teir gera til fólkatingsvalið. Men ein greið ábending verður fólkatingsvalið so. Tað var tað til seinasta val – somu flokkar, sum vunnu fólkatingsvalið, vunnu løgtingsvalið – og tað verður tað eisini hesa ferð, nú valini aftur fara at liggja slag í slag.

 

Metlangur valdystur í gongd nú

Ógjørligt er at siga við vissu, hvussu veljararnir fara at løna sitandi samgongu. Teir kunnu revsa tað, sum ikki bar á mál, ella løna tí, sum eydnaðist. Og teir kunnu sanniliga eisini revsa tað, sum eydnaðist, herundir uppboðssøluni. Andstøða og samgonga liggja stavn um stavn, nú tingfólkini kunnu fokusera fult og heilt uppá eitt sera drúgt valstríð líka frá mai til og við august.

Men samanumtikið má sigast, at sitandi landsstýrissamgonga tók munnin ov fullan, bæði í vallyftum og í samgonguskjalinum. Tí ein heilt stórur partur at gera liggur framvegis eftir á láni, nú valskeiðið endar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku