Lýsing

Upptakt: AB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.05.2019 - 07:30 Ítrottur Tíðindi

KÍ skal í dag spæla á Argjum, har oddasessurin skal verjast.

Tá KÍ spælir á Argjum, so eru tað helst fyri fleiri dysturin í 2016, sum spøkir aftur, tá hugt verður eftir minnum. Hóast AB flutti niður hetta árið, so vunnu argjamenn á KÍ í 25. umfarinum og hetta gjørdi, at KÍ misti oddasessin og harvið meistaraheitið. Hesaferð líkist støðan nakað, tó at vit ikki eru í partinum av kappingini, har nakað meistaraheitið verður avgjørt. KÍ er oddalið, meðan AB er niðast og tí liggur til niðurflyting.

AB er nógv skert til dystin. Sambært venjaranum, Sorin Anghel, so mangla m.a. leikarar sum Heðin Stenberg, Jobin Drangastein, Bárður Olsen, Rógvi Poulsen, Jákup Pauli Breckmann og Hørður Tórsson, meðan ivamál er um Tóka á Lofti, Eli Christiansson og Filip í Liða. Søren Samuelsen er tøkur aftur eftir leikbann. Hjá KÍ mangla Óli Ey. Poulsen og Torbjørn Grytten, sum báðir eru skaddir. Ísak Simonsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Dysturin á Argjum byrjar kl. 15.00. Dómari verður Kári J. á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…