Lýsing

Miðflokkurin, Løgtingið og løgmaður!

SKRIVAÐ: Jenis av Rana, formaður Miðfloksins   |  05.05.2019 - 06:50 Politikkur Tíðindaskriv

Í heilar fimm minuttir, í kringvarpinum fríggjakvøldið, fekk løgmaður høvið at greiða Føroya fólki frá løgnu politisku gongdini í Løgtinginum seinastu vikuna. Eg lurtaði við størsta áhuga, tí eisini eg vildi fegin frætta nærri og gerast klókari. Men eg var við sviðusoð!

Tveir tímar áðrenn hetta hevði eg sitið saman við løgmanni, løgtingsformanninum og hinum fimm floksformonnunum og viðgjørt fylgurnar av margháttligu støðuni, ið kom í mánakvøldið, tá samgonguleiðararnir, heldur enn at leggja kongin, bóðu um hjálp frá andstøðuni at boykotta løgtingsarbeiðið.

Men í staðin fyri at greina føroyingum fløkjuna, valdi løgmaður at leggjast á andstøðuna, hann skuldsetti ferð eftir ferð andstøðuflokkarnar fyri ikki at vilja viðgerða tey mál, sum liggja í Løgtinginum. 

Onki kann vera meiri skeivt!

 

Vit bjóðaðu okkum at arbeiða víðari

Á fundinum fríggjadagin gjørdi eg púra greitt, at vit í Miðflokkinum fegnir vildu taka tað tíðina, sum krevst, eina, tvær ella fleiri vikur, fyri at rudda borið, áðrenn vit fóru í summarfrí. Eg heitti  beinleiðis á løgtingsformannin um, sum vanligt, at kalla til løgtingsfund komandi vikuna, tí vit vildu fegnir viðgerða bæði bráneyðug og minni bráneyðug mál, tí til tað eru vit valdir, og til tað verða vit løntir.

Eg frábiðið mær vinarligast at verða lagdar undir nakað annað, Harra løgmaður! Hvat hinir luttakararnir á fundinum søgdu stendur ikki til mín at siga Føroya fólki frá, tað megna teir sjálvir, men allir kunnu teir, um neyðugt, vátta, at so er, sum eg her sigi frá!

 

Vísið tykkum sum menn, skrivið út nýval

Tað er út um alt mark átaluvert, at samgongan, eftir at halda seg hava mist meirilutan á Løgtingi, blokerar tær báðar sjálvsøgdu og náttúrligu loysnirnar av slíkari støðu! Tí hesar eru tvinnar, antin at royna at viðgerða málini, ið eftir eru og síggja hvussu leikur fer, ella at skriva út nýval! 

At geva andstøðuni skuldina fyri egið atgerðarloysi er sera ússaligt! Andstøðan kann hvørki skriva út val, tað valdið hevur løgmaður, ella áleggja løgtingsfólki at arbeiða víðari, tí tað valdið hevur løgtingsformaðurin. Og hann er, sum øllum kunnugt, ikki andstøðu-, men samgongulimur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk