Lýsing
Lýsing
Myndin tikin av vøllinum á Argjum inni í Vika ímóti ættini, soleiðis sum hon væntandi fer at vera í dag. Luftrákið er kalt. | Mynd: Soccerway

Kølið og turt í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.05.2019 - 11:39 Tíðindi Veðrið

Tað er aftur í dag høgætt. Kølin luft av norði ella vesturhallum norði rekur inn yvir landið.

Høgættin er munandi betri í Suðurstreymi enn her, allar norðast í Føroyum (tað var júst tað øvugta síðsta sunnudag – tá sat undirritaði uttanfyri í stuttum buksum og skrivaði um veðrið!)

Luftin kemur av leiðunum eystan fyri Norðurgrønland, og tað fer hon eftir mongum at døma eisini alla vikuna, sum kemur.  

Soo…meðan dystur er í Vika á Argjum í dag ímillum AB og KÍ, fer vindferðin at liggja um 8 til 13 m/s úr útnyrðingi ella har á leið (tað er oman ígjøgnum Havnadal – so liðini fáa ein hálvleik í part við við- og undanvindi)

Tað hanga nokkso tung skýggj oman fyri okkum í dag, men tað eru og fara helst at vera onkrir glottar uppímillum tey og turt allan dystin.

Hitin fer at liggja um 4-5 stig, so minnist til at lata tykkum væl í – tit sum fara til dyst.

Góðan dyst, og koyr á KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin