Lýsing

Løgtingið fari í summarfrí 3. mai. Tey flestu standa spyrjandi

SKRIVAÐ: Jacob Vestergaard, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin  |  06.05.2019 - 08:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í staðin fyri at lýsa veruligu orsøkina til at Løgtingið er fari í summarfrí, hevur kringvarpið heldur latið løgmann og landsstýrisfólk fáa fría mikrifon at renna undan ábyrgd og geva andstøðuni skyldina fyri, at nógvu málini ikki blivu avgreidd í Løgtinginum.

Seinasta mánaðin hevur tað verið greitt, at samgongan hevði mist meirilutan, og at møguleikarnir til at gera avtalur ella “keypa” seg til meiriluta (gera rossahandlar) ikki vóru til staðar longur. Løgmaður hevði gjørt samstarvsavtalu við Magna Laksafoss, men helt ikki avtaluna.

Løgtingsformaðurin avlýstið tingfundin, sum var settur at verða tórsdagin áðrenn páskafrítíðina, av somu orsøk. Samgongan hevði mist meirilutan.

Seinasta vikan hevur verið merkt av politiskum ráðaloysi. Løgmaður, sum átti at havt útskrivað val, lat bert standa til, so løgtingsformaðurin var noyddur at taka leiðsluna og kalla floksformennirnar á fund, fyri at fyribyrgja ruðuleika í Tinginum.

Hettar eydnaðist. Floksformenninir gjørdu avtalu um at viðgera nøkur mál, áðrenn Tingið fór til hús fríggjadagin. 

Sum støðan er nú, hava vit eina samgongu, sum hevur rent seg fasta, og ikki kann fáa sín politikk framdan í verki. Í staðin fyri at skriva út val, sær tað út til at løgmaður ætlar, at samgongan skal verða sitandi.

Landið verður lagt politiskt lamið, meðan løgmaður og landsstýrisfólkini sita í Tinganesi, til onga verðsins nyttu. Tey kunnu so halda áfram at taka myndir av sær sjálvum og senda út tíðindaskriv, nakrar mánaðir afturat, fyri góðu lønina tey fáa í landsstýrinum. 

Kringvarpsfólkini kunnu so møta upp og verða mikrofonhaldarar, meðan løgmaður og landsstýrisfólkini brúka ráðharrastovur til at føra valstríð.

Tey vóna, at veljarin gloymir gøluna um Glasir, fíggjarliga óskilið á Landssjúkrahúsinum, ruðuleikan á fiskivinnuøkinum, øll stovnsplássini, sum Eyðgunn ikki fekk upp í lag at byggja, øll stórmálini, sum ikki blivu framd, o.s.fr. o.s.fr.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…
HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri vi…
Hagtøl: Heimavøll fyrst gevur betri úrsl…