Lýsing

Dreymurin, sum rotnaði burtur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.05.2019 - 15:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað er ikki hugaligur lestnaður, sum íslendska blaðið Fiskifrettir bar fyri stuttum, um vælkendu klaksvíkssluppina Sigurfara, sum var latin íslendingum til varðveitslu í 1975.

Við jøvnum millumbilum hava føroyingar, ið hava vitjað á Aktanesi sagt frá um vanaligu røktina av skipinum hesi árini, tað hevur staði á landi hesi 44 árini.

Nú sær út til at dreymurin hjá íslendingum er brostin og at Sigurfari verður burturbeint.

Niðanfyri ein leystlig týðing úr Fiskifrettir:

Í 1975 sigldu íslendingar Sigurfara av Klaksvík til Aktanes har skipið varð sett á land og hevur staði til framsýningar.

Nú er allur viðurin fúnaður og vonleyst tykist vera, at gera skipið í stand aftur. Blaðið Fiskifrfettir sigur, at Fornminnissavnið hevur fingið bræv ffrá býráðnum á Akranesi, sum biður um loyvi at beina skipið burtur, hesa gomlu kendu slupp, sum hevur staði og fúnað hesi seinastu árini.

Kristin Huld Sigurðardóttir, fyristøðukvinna á Fornminnissavninum sigur, at hetta verður gjørt í samráð við Tjóðarsavnið.

“Hetta er harður kosttur, men við hvørt eru ikki so nógvir valmøguleikar”, sigur Lilja Árnadóttir, deildarstjóri á Tjóðarsavni Íslands. “Tað er syrgiligt at síggja sluppina og vit mugu koma til eina avgerð. Um hon skal umvælast, verður talan um nýbygging og harvið ber illa til at tosa um at varðveita. Her má sigast at dreymurin endar.”

Ella Maria Gunnarsdóttir, mentanar- og savnsleiðari á Akranesi, sigur, at fyri nøkrum árum síðani var danskur serfrøðingur biðin um at meta um støðuna á sluppuni. Hann metti eisini um kostnaðin við at endurbyggja hana.

Fugla byggja reiður í bógvunum

“Sum eg minnist, var talan um 400 milli´nir tá. Ongin vil átaka sær hesa ábyrgd”, sigur Ella María.

Í staðin var farið undir at savna saman myndir av Sigurfara og tosa við tey, sum hava eitthvørt at siga um sluppina. Eisini var norskur serfrøðingur fingin at gera model av skipinum.

Ella Maria sigur, at tað var hart at síggja sluppina fúna burtur. Men sigur tó, at nú hon er so illa farin, er tað rættast at Sigurfari verður burturbeint.

“Eg spældi sjálvandi í sluppini tá eg var barn og helt tað vera fantastiskt. Eg sakni hana sum hon var, men ikki sum nú, tá hon er so illa farin”.

Hon leggur afturat, at støðan versnar skjótt og at munur sæst á skipinum hvønn mánað. Fuglar bygga enntá reiður í sprekkunum á bógvunum.

Fúnað træ

Magnúr Skúlason, arkitektur, sigur tað vera stóra skomm, sum hetta hevur verið viðfarið. “Onki hevur verið gjørt og í eini 10-11 ár hevur skipið ikki verið málað, har tað stendur úti. Træið er nú knappliga vorðið so vánaligt, at ikki ber til at ganga á tí. Eg var har fyri nøkrum árum síðani og setti lummaknívin langt inn í stavnin. Tá sá eg at sluppin er farin. Onki var heilt. Síðani hevur bert verið tosað um at máta skipið upp og byggja nýtt eftir tí.

Fígging til varðveitslu av gomlum skipum og bátum hevur verið sera avmarkað her. Rættiliga nógvir pengar frá húsafriðingargrunninum fara til at byggja upp gomul hús, men tá ið tað kemur til bátar er tað bert fornminnisgrunnurin, umframt bygda- og býarsøvn, sum hava roynt at sett pening av efgtir førimuni.

“Tað er stór skomm, at íslendingar fara so við sínum arvi”, sigur Magnús.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk