Lýsing

Helst ársins tala um íverksetan í Løkshøll

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  06.05.2019 - 18:04 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Øll høllin var fullsett av fólki, sum við livandi áhuga lýddu á. Men ein sá hvørki KvF ella tignarlig tingfólk á fundinum í Løkshøll, fríggjadagin 3. mai.

Bæði etablissimentini áttu at lagt oyra til hesa hendinga løtu. Tí tað høvdu tey trongt til.

Hesi, við løgmanni á odda, høvdu alt annað at takast við. Tí tingið skuldi partú heim í 3 mána, væl lønta, feriu. Jú, heim á krossmessu. Sum tjaldrið, tí at reiðrið var fult.

So inniliga móð og troytt av at hoyra hini - og seg sjálvan, har ið ein so vist veit frammanundan, hvat ið sagt verður. Uttan undantak.

Ein útlúgvað samgonga. Ørmaktað av at verða stýrd við ár. Av búrbrótarum. Sum eitt nú frú Jógvansdóttir. Ikki tí, býtt er hon ikki! Hvussu hon annars er skrúva saman. Sama ger. Hon hevur dugað á tingi -.

Men, vónandi brestur okkurt fyri nev. Hóast mangt ikki kom við, og tí fór fyri bakka.

Í Løkshøll

Allar hinar talurnar hesa løtu hildu væl mát; men skiparin, Tummas Justinussen, hesin skaraði  framúr. Hann helt eina perfekta og inspirerandi talu. (Les: inspireratión, ikki tað ov ógvusliga orðafarið: íblástur).

So lætt og livandi. Álvari við skemtiligari afturundirgerð. Tað raplaði bara. Við skili og so týðuligt. Brúkti uppvarp við hógvi. Hevði onkran lepa í hondini. Sum hann nóg illa skeitti í. Tí, tað var óneyðugt. Hann maktaði evnið. Til fulnar.

Evnið

Um hvussu teirra vinnulívsleikur er farin og fer. Úr skúla. Til skips. Og nú 5 dynosura stór oljuveitingarskip. Um kreppur. Hart arbeiði og tíðartøku (timing). Um tíðarinnar øvuta skúlaskap. Fiski- og farmarakstur. “Norrønu” við avlopi. Hotel Hafnia o. o. átøk. Nýhugsan og patentir. Alt í einum.

Og endurreisn av “Katrinu Christiansen”, har ið William Heinesen búði síni fyrstu ár, og sáttligi skilamaðurin, Haldur Christiansen, handlaði yvir eina hálva øld.

Stutt sagt, ein frægdar løta – av teim heilt serstøku! – Ja, sjálvur, Eirikur (Eyrik), farbróðurin, hevði ikki klára tað betri(!).

Ein umbering

Men, hoyr meg, Tummas. Ber yvir við hesum hissini skeyta, ið, við blíðum heilsum, her er dottin úr huganum av einum til aldurs komnum garpi...

Tí, nú fara teir at herja á teg um, fyrst at lata teg stilla upp og síðani at tala í hvørjari vøsu; men, sum tað stendur í gomlu bókini við svartari permu, sum tey eldru kenna – bæði til skemt og álvara: “ Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!”.

Arnstein Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…
HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri vi…
Hagtøl: Heimavøll fyrst gevur betri úrsl…