Lýsing

Ynskja ferðafólkastreymin tálmaðan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.05.2019 - 18:59 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Tað sær út til at ov lítið er tosað innanhýsis í Sunda Kommunu.

Í øllum førum hevur kommunan fingið eitt álvarsligt mótmæli frá íbúgvum í Saksun, sum halda at kommunan disponerar yvir høvdunum á borgarum í Saksun. Mótmælisskrivið er soljóðandi:

Vit undirritaðu bøndur og íbúgvar í Saksun mótmæla, at Sunda Kommuna fremur ætlaðu útbygging av parkeringsøkjum  við WC. húsum, gøtum og øðrum til ferðafólk. Ætlaða útbyggingin gagnar ikki Saksun, ei heldur Sunda Kommunu.

Vit ynskja tvørturímóti, at ferðafólkastreymurin m.a. verður tálmaður.

Vit heita á Sunda kommunu um at taka hetta mótmæli í størsta álvara, og heldur raðfesta átøk, sum menna eina ábyrgdarfulla ferðavinnu, ið tekur atlit til náttúru- og umhvørvi, mentanararv og lokalsamfelagið í Saksun.

Uttan eitt tætt samstarv við bøndur og bygdafólk verður ferðavinnan framhaldandi ein byrða fyri bygdina! Tí er neyðugt at tosa nærri um framtíðar ætlanir í Saksun.

Mótmælið er undirskrivað av Jógvan Magnusson, Jóhan Jógvansson sonju Dalsgaard Nolsøe, Páll Svartá, Gurli Svartá, Herálvi Hansen, Esben Poulsen og André Kruse.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…