Lýsing

Megnar arbeiði og nógv umrøða av arbeiðnum á Klakki

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.05.2019 - 08:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tey 15 útlendsku og gott 5 føroysku sjálvbodnu, sum arbeiddu á Klakki 26. og 27. apríl, fingu nógv burturúr. Við sveittabrotið í mjørka og regni og sól gravaðu tey á leið 275 m av gøtu út við hond, fyltu hana upp við skervi, løgdu rør, drenaðu, lagaðu, smíðaðu trappur, og til seinast sáddu tey gras rundanum gøtuna. Eitt megnar arbeiði!

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin, og upptøkurnar vóru at síggja í TV-avisen of 21 søndag og eisini SVT vísti upptøkurnar. Hartil var ein journalistur frá The Telegraph við í arbeiðnum, so Norðoyggjar hava fingið væl av umrøðu burturúr átakinum.

Átakið uppi á Klakki var eitt samstarv ímillum Innistiovuhaga, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Kunningarstovu og Visit Faroe Islands, men eisini vælvild úr nærumhvørvinum spældi ein týðandi leiklut. Norðhús stuðlaði við at lata og føra ein arbeiðsskúrð niðan á Háls, og í hesum hugnaliga skúrið fingu tey sjálvbodnu lívd og nýggjar kreftir til arbeiðið. Norðoya Bjargingarfelag lat ein aggregat, sum tryggjaði streym til m.a. at bryggja kaffi, og alt hetta var við til at gera arbeiðið møguligt.    

Hans Hjalti Skaale, arbeiðsformaður, og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari, ynskja at takka øllum áhugapørtum, sum hava verið við, fyri gott samstarv. Átakið vísir, hvussu nógv kann fáast burturúr, tá ið samstarva verður um at røkka málunum, og hetta er týðandi í føroysku ferðavinnuni júst nú, tá ið karmarnir skulu skapast rundanum økta talið av ferðafólki.

Myndir: Olivur Joensen, Norðlýsið

 

 

Hugh Morris, journalistur frá The Telegraph, var við til arbeiðis á Klakki. Les um hansara uppliving her: 

https://www.telegraph.co.uk/travel/destinations/europe/faroe-islands/articles/faroes-islands-closed-for-maintenance/

 

 

Innslag í SVT: https://www.svt.se/nyheter/utrikes/faroarna-ar-stangt-for-underhall?fbclid=IwAR2TJYr-PgaiClBCTnIQPeZp0dGTW4TBaVVlHpMPUMkVWDfYFkd8LuDuIpA

 

Grein á DR: https://www.dr.dk/nyheder/indland/lasse-blev-udvalgt-til-et-saerligt-ophold-en-god-maade-moede-folk-fra-hele-verden

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk