Lýsing

Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.05.2019 - 08:26 Ítrottur Tíðindaskriv

Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarir, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans 6 liðum. Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.

Havnar Telvingarfelag, ið vann kappingina í fjør, hevði ikki sterkasta liðið við. Tó lógu teir væl fremstir, tá ið 3 umfør vóru eftir, men so steðgaðu teir fullkomuliga upp. Sandavágs Talvfelag, ið gjørdist nr. 2 í fjør, vantaðu eisini onkran telvara, men vóru eisini væl við allatíðina.
Klaksvíkar Talvfelag luttók við tveimum liðum, og høvdu teir flestu av sínum bestu telvarum við.

Hvørt liðið varð mannað við 6 telvarum, og loyvt er eisini at hava útskiftarar, soleiðis at somu telvarar ikki nýtast at telva øll umførini. Kappingin varð skipað soleiðis, at øll liðini møttust tvær ferðir, tvs. 10 umfør íalt. Tá ið kappingin var hálvrunnin, og øll liðini høvdu telvað móti hvør øðrum einaferð, lá Havnar Telvingarfelag fremst við 23,5 stigum, Sandavágs Talvfelag hevði 21 stig, meðan Klaksvíkar Talvfelag 1 hevði 18,5 stig.

Í seinnu hálvu tóku klaksvíkingar annað skinn um bak, og fingu tá 22,5 stig, og endaðu við 41 stigum tilsamans. Sandavágs Talvfelag endaði somuleiðis á 41 stigum, men av tí at klaksvíkingar vunnu tann eina dystin 3½-2½ (hin endaði 3-3), varð hetta avgerandi fyri endaligu støðuna. 
Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Klaksvíkar Talvfelag vinnur steypakappingina. Havnarmenn, sum høvdu eina øgiliga byrjan, fingu einans tvey stig í tveimum teimum seinastu umførunum, móti ávíkavist klaksvíkingum og sandavágsmonnum, og endaðu sostatt á 3. plássi við 38 stigum. 
Í niðaru hálvu endaðu vestmenningar og 2. lið hjá Klaksvík, við 27½ hálvum stigum hvørt, meðan eitt samansett lið úr Eysturoynni endaði nr. 6 við 5 stigum. Tann endaliga støðan, við úrslitum, kann síggjast við at trýsta á: http://chess-results.com/tnr437796.aspx?lan=7&art=0 .

Eftir lokna kapping varð veitsludøgurði hildin. Umframt sang og undirhald, var sum altíð Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot valt.

Sum vanligt hevur verið, endar kvøldið við snartelving. Tilsamans 18 telvarar luttóku, og telvað vórðu 9 umfør. Javnir við 7½ stigum hvør, endaðu Høgni E. Nielsen og Olaf Berg ovastir, og tískil mátti umdystur til, ið Høgni vann. Ólavur Simonsen gjørdist nr. 3 við 7 stigum.

Við greiðum meiriluta varð Luitjen Akselsson Apol valdur til Ársins Telvara, meðan Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot – eisini við greiðum meiriluta. Báðir hava havt sera gott kappingarár og vunnu ávíkavist 1. bólk og Unglingar, tá ið FM var hildið á Páskum.

Sí fleiri myndir her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk