Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein morgun í mars mánaða. Stór bilrøð uttanfyri Tunlarnar norður um Fjall | Mynd: Hallgerð Akurstein

Tann vælsignaða heildin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2019 - 10:00 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Funnist verður ofta at bæði Norðlýsinum og norðoyingum sum heild, at teir eru ov lokalir og ikki síggja stóru myndina. Tey fáa skotið í skógvarnar, at teir hugsa alt ov lítið um heildina og ov nógv um seg sjálvi. Samstundis vera risastórar íløgur í Tórshavn roknaðar sum íløgur fyri alt landið. Fyri “heildina”.

Tað, sum skal binda hesa vælsignaðu heildina saman, er samferðslukervið. Hvussu stendur til við tí? Jú, sagt verður at Dalsvegurin hongur í nøkrum boltum. KvF leygardagin visti at siga frá eini hending hósdagin um, at stór grótstykkir duttu úr loftinum í tunlunum Norður um Fjall og beint niður á vegbreytina. Tað sama hendir javnan á Tjørnuvíkarvegnum. Fleiri brýr í Føroyum eru tætt við at koma í undantaksstøðu. Til samans hevur Landsverk eitt eftirsleip, ið kostar 375 milliónir. Men har fæst bara ein viðfáningur frá Løgtinginum.

Meðan fyrsta glæstriborgin í Havn stendur (hálv)liðug og hevur kostað yvir 300 milliónir ov nógv í mun til upprunakostnaðin, tann næsta stendur í gerð í Sandágerði og hevur higartil kostað 43 milliónir ov nógv og má hava tað sum eykajáttan, skal tann triðja gerast á Skálatrøð fyri 180 milliónir afturat. Hesar tríggjar íløgurnar í Havn kosta yvir hálva aðru milliard.

Kann man í fullum álvara siga, at tað eru tey, sum byggja glæstriborgir í Havn, sum hugsa mest um heildina? Meðan tey sum ynskja eitt dagført og vælvirkandi samferðslukervi – ið júst bindur heildina saman – ikki hugsa um heildina, men bert um seg sjálvi? Her eru tingini vend púrasta á høvdið.

Eitt vælvirkandi samferðslukervi er tvørturímóti sjálv grundfortreytin fyri, at heildin ikki bara virkar væl, men fyri at hon í heila tikið fungerar. Eitt ynski um ein tunnil er eitt ynski um eina vælvirkandi heild, nógv meira enn tað er lokalpolitikkur.

Í miðstaðarøkinum hugsa fólk sanniliga eisini lokalt, kanska uppaftur meira lokalt enn aðrastaðni. Dømini um, at býráðslimur í Havn ynskir at gera ein heilsuskúla afturat í Havn, eins og at rektarin á Glasi ynskir at gera eina tøknibreyt afturat í Havn, tala fyri seg. Hetta er lokalpolitikkur, so tað forslær, tí her tekur man ikki fyrilit fyri Føroyum sum einari heild, men hugsar einans um lokalu áhugamálini í Havn.

At tað liggur fjart frá Norðlýsinum at kritisera lokalpolitikk, munnu øll vita. Tí er tað heilt í lagi at hugsa lokalt, sum býráðslimurin og rektarin gera. Vit mugu bara ikki vera so skjót at gloypa retorikkinum um, at tað sum gagnar miðstaðarøkinum automatiskt gagnar heildini, meðan tað sum gagnar lokaløkjunum kring landið ikki ger. Tí soleiðis fyriheldur tað seg ikki.

Vilja vit teirri føroysku heildini tað besta, so gera vit stórar og munadyggar íløgur í tað føroyska samferðslukervið, so vit kunnu gagnnýta ein so stóran part av landinum sum gjørligt. Og vilja tey í miðstaðarøkinum eisini heildini tað væl, so taka tey av teimum møguleikunum, sum eru kring landið, og brúka teir, heldur enn at stovnseta avrit av teimum í Havn.

Um fá ár hava vit eitt nýtt Føroyakort, har økið við Kongshavn í Eysturoynni er tað veruliga knútapunktið í Føroyum og kemur at liggja mitt í spenningsfeltinum millum sterka vinnulívsøkið norðanfyri og høvuðsstaðin sunnanfyri. Vit eiga at hugsa loysnir, sum taka hædd fyri hesum nýggja veruleikanum. At flyta undirsjóvartunla-umsitingarnar til Runavíkar er eitt stig rætta vegin. Tað hevði onki bilað, um Tjóðleikhúsið eisini varð staðsett har.

Bert við at raðfesta samferðslukervið raðfesta vit føroysku heildina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…