Lýsing
Mynd: Information.dk

Fólkatingsval: Hvør verður forsætismálaráðharri?

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  07.05.2019 - 13:05 Politikkur Tíðindi

Eftir seinastu veljarakanningunum bendir alt á, at Mette Frederiksen verður nýggjur forsætismálaráðharri eftir fólkatingsvalið ið verður Grundlógardagin 5. juni.

Hetta er fyrsta fólkatingsvalið hvar Mette Frederiksen skal leiða danska Javnaðarflokkin. Hon gjørdist forkvinna eftir at Helle Thorning-Schmidt legði frá sær eftir valósigurin í 2015.

 

Seinastu veljarakanningarnar

Sambært seinastu veljarakanningini frá Megafon bendir alt á, at Mette Frederiksen verður nýggjur forsætismálaráðharri. Reyði blokkur stendur í løtuni til at vinna 90 av teimum 179. Alt annað líka stuðla Eindarlistin og Socialistiski Fólkaflokkurin Mette Frederiksen, meðan tað er ivamál um hvønn ið Uffe Elbæk og Alternativet fara at peika á - tó segði Uffe Elbæk júst nú í samrøðu við DR, at hann hevur mest til felags við Mette Frederiksen, men at hann peikar á seg sjálvan sum nýggjan forsætismálaráðharra.

 

Tríggir nýggir flokkar

Serstakt við hesum fólkatingsvalinum er, at tað vera tríggir nýggir flokkar á atkvøðuseðlunum til komandi fólkatingsvalið. Fyri at koma innum gáttina til Fólkatingið skal ein flokkur fáa í minsta lagið 2% av atkvøðunum - eftir seinastu kanningini frá Megafon standa Nye Borgerlige (2,6%) og Stram Kurs (2,7%) til at koma inn. Hin triðji nýggi flokkurin er uppkallaður eftir formanninum sjálvum - Klaus Riskær Pedersen. Hann stendur í løtuni til at fáa 1,3%, og stendur tískil ikki til at koma inn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…