Lýsing

Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum hækkar uppisjóvarkvoturnar hjá ávísum aktørum hóast TAC’ið lækkaði 18 % í ár

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.05.2019 - 19:30 Politikkur Tíðindi

Menningarkvotan (svartkjaftur) hjá P/F Kinfelli er hækka 3% í 2019, samstundis sum uppisjóvarkvoturnar kvoturnar hjá øllum øðrum lækka orsakað av at samlaða føroyska svartkjaftakvotan lækkaði 18% í 2018. Fiskimálaráðið sigur at tað er heimilað í lóg um sjófeingi at landsstýrismaðurin skipar fiskiskapin.

Norðlýsið spurdi Fiskimálaráði hví einstakir aktørar hava fingið meira svartkjaftakvotu í 2019 samstundis sum flest allir missa. Eisini spurdu vit fiskimálaráðið um hvør hevur tikið hesa avgerð og um hvat lógargrundarlag hetta byggir á.

Í gjár fingu vit soljóðandi svar úr Fiskimálaráðnum:

 

Vísandi til fyrispurningum tygara tann 25. og 26. apríl 2019 fer Fiskimálaráðið at svara tygum soleiðis:

Í høvuðsheitum eru tríggjar orsøkir til, at menningar kvoturnar av svartkjafti eru sum tær eru í 2019:

Fyri tað fyrsta valdi Fiskimálaráðið at halda aftur 20% av menningarkvotunum av svartkjafti í 2018 og ikki í 2019.

Fyri tað næsta valdi metingarnevndin í einum føri at lækka kvoturnar av svartkjafti frá 2018 til 2019.

Fyri tað triðja minkað samlaða føroyska svartkjaftakvotan í 2019 í mun til 2018.

 

Fiskimálaráðið valdi at halda 20% av menningarkvotuni av svartkjafti aftur í 2018. Í 2019 varð samlaða svartkjaftakvotan hjá Føroyum lækkað við 17,6%, samstundis sum 20% av menningarkvotuni hjá ávísu rættindahavarunum ikki varð hildin aftur í 2019. Hetta merkir, at kvotan hjá P/F Kinnfelli hækkaði 3%. Sama avleiðing ger seg eisini fyri Rock Trawldoors, og “fáa” teir eisini 3% meira í 2019 í mun til 2018.

Í sínum tilmæli valdi Metingarnevndin at tilluta Vestmanna Fiskavirki 16.212 tons av svartkjafti í 2018. Fyri 2019, 2020 og 2021 mælti Metingarnevndin til at svartkjaftakvotan skuldi lækka til 13.000 tons um árið. Hetta merkir so ítøkiliga, at kvotan hjá Vestmanna Fiskavirki í forvegin er 20% lægri í 2019 enn í 2018. Tá ið so samlaða kvotan lækkar við 17,6% frá 2018 til 2019, kemur henda lækking afturat hjá Vestmanna Fiskavirki.

Viðheft er Excel ark (TRÝST HER) har roknistykkið er lýst meira neyvt. Og tú kanst sjálvandi venda aftur um tað eru spurningar til hetta.

At samlaða føroyska kvotan verður lækkað er avleiðing av strandalandasamráðingum.

At halda 20% av menningarkvotuni av svartkjafti aftur í 2018, er heimilað við tað, at landsstýrismaðurin skipar fiskiskapin. Sambært § 60, stk. 1 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, kunnu í mesta lagi 8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum setast av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Sostatt kann landsstýrismaðurin eisini seta minni enn 8,5% av svartkjaftakvotuni til menningarkvotur.

Hans Ellefsen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…