Lýsing

Flogbóltur, kvinnur: Tveir Mjølnir-leikarar til EM-kapping

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.05.2019 - 06:11 Ítrottur Tíðindaskriv

Sirið Antoniusen og Sofía Purkhús Splidt eru úttiknar til A-landsliðið í flogbólt.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.

Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV.

Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 – hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.

Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. Mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.

 

Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:

 

Hevarar:
 
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ
 
 
Miðleikarar:
 
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
 
 
Kantar:
 
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
 
 
Diagonalar:
 
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF
 
 
Libero:
 
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk