Lýsing

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stillar upp til fólkatingsvalið

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  09.05.2019 - 15:10 Politikkur Tíðindi

So leingi sum vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og hava okkara umboð á fólkatingi, so skal fólkatingssessurin verða ein pallur, sum skal brúkast til at varpa ljós á Føroyar, føroyingar og føroysk áhugamál. Har skulu vit halda eitt vakið eyga við øllum, sum viðkemur Føroyum.

Av málum, sum eg vil arbeiða við,  kunnu nevnast yvirtøku av føroyska loftrúminum og støðu Føroya í hvalaveiðumálum. Eg vil eisini halda eitt vaki eyga við útlendingamálum, sum hava við Føroyar at gera.  Fólkaflokkurin fer á fólkatingi í heila tikið at føra praktiskan politik, sum viðkemur Føroyum.

 

Sjálvandi skulu vit  ikki blanda okkum í danskan innanríkispolitik

Umboð fyri Tjóðveldi hevur eisini lagt uppskot fram á ting um avtøku av fólkatingssessunum.  Eftir míni meting er hetta bara signalpolitikkur og gabbarapolitikkur. Um tjóðveldi meinti nakað veruligt við sínum politikki, so skuldu teir heldur  lagt uppskot fram um avtøku av blokkinum. Teir hava havt møguleikan til tað í 4 ár, men blokkurin er ikki minkaður eitt fimmoyra, bert fastfrystur.

Øll eru greið yvir, at sama dag, sum vit taka fulla og veruliga  ábyrgd av okkum sjálvum og frásiga okkum allar veitingar úr Danmark,  fellur fólkatingssessurin burtur av sær sjálvum.

Fólkaflokkurin vil  veruligt sjálvbjargni, og  vit skulu gjalda prísin eisini, og ikki bara noyðast við at avtaka ein sess.  So leingi vit eru í felagsskapinum, skulu vit hava allar dyr opnar og ikki frásiga okkum møguleikar. Fólkaflokkurin er ein tjóðskaparflokkur, sum fult og heilt tekur undir við fullum og veruligum tjóðarfrælsi.  

Tað er umráðandi,  at vit fáa tvey borgarlig umboð á fólkating hesuferð.  Fólkatingsvalið er samstundis ein upplagdur møguleiki hjá veljarum at geva til kennar sína meining um  førda politikkin hjá sitandi samgongu, sum hevur brotið so nógv við føroyska siðaarv hetta valskeiðið.

Eg vil tí staðiliga  heita á allar føroyingar um at fara á fólkatingsval og velja fólkaflokkin. Tað er umráðandi, at allar borgarligar atkvøður fylkjast og  koma til sættis og sleppa at gera mun til frama fyri allar føroyingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…
HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri vi…
Hagtøl: Heimavøll fyrst gevur betri úrsl…