Lýsing

Sigurfari - Varðin á Aktanesi, verður nú skrottaður

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.05.2019 - 14:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyrsti túrurin hjá Sigurfaranum úr Íslandi til Føroya í 1920 bleiv ein minnilig ferð. Tann túrurin tók góðar fýra mánaðir.

Og seinasti túrurin til Íslands var í 1975 og er hann nú blivin til endan á ævi Sigurfara.

Íslendska blaðið Morgunblaðið skrivar:’

Loyvi at skrotta Sigurfara

SLUPPIN SIGURFARI

Kaupstaðurin Akranes hevur fingið jaligt svar frá Minnistovu Íslands og Tjóðsavninum viðvíkjandi loyvinum um, hvat skal gerast við sluppina Sigurfari, sum er sera illa farin.  

Sævar Freyr Thráinsson, borgarstjóri Akranesar, segði í svari við Morgunblaðið í gjár, at í svarbrævinum var komið fram, at á MInnistovu Íslands og á Tjóðsavninum hevðið verið arbeitt við gjøllari skráseting av skipinum í undanfarnu árum. Skipið er í sera ringum standi, og ikki kann vera farið undir at bøta um tað uttan sera stóran kostnað.

Í brævinum stendur orðarætt: Sambært tykkara umrøðu av skipinum, so má sigast, at tað er ikki vert at varðveita, og verður tí friðingin av skipinum Sigurfari , í samráð við Tjóðsavn Íslands, ógildað.

Sigurfari er ein 85 tons, tveymastrað slupp, smíðað í Bretlandi í 1885 og sigldi út frá Hull. Í 1897 keypt til Íslands. Skipið hevur nú í áratíggju verið  staðsett á bygdasavninum á Gørðum sum býareyðkenni fyri Akranes.  

Meira um Sigurfari í Norðlýsinum mikudagin í komandi viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur
Klaksvíkar Tónlistaskuli konsert í gjárk…
Ókeypis reingerðar­tænasta til pensjónist…
Saint Kodiak á Okkara Tórsfest 2019
Fjølmiðla­nevndin møtist til fundar at vi…