Lýsing

At sleipa afturhaldið stig fyri stig

SKRIVAÐ: Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi  |  09.05.2019 - 21:59 Politikkur Tíðindaskriv

Eg gloymdi at skriva, at tað gleðir meg almikið, at formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum tónar reint flagg í fullveldisspurninginum, og vil ynskja tær og tínum hjartaliga vælkomnum í fullveldisskaran.

Og vit eru púra samdir um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, meðan danir mugu gera av, hvør skal ráða heima hjá teimum.

Í Føroyum vóru vit langt síðan komin á mál við fullveldinum, um vit ikki skuldu sleipa afturhaldnar flokkar aftan á okkum – stig fyri stig. Og so var fólkatingssessurin langt síðan søga.

Men vit nærkast nú mállinjuni á hesi longu maratonrenning fyri føroyskum fullveldi, og tað kennist væl, at eisini Sjálvstýrið hevur fingið málið í eygsjón.

Lat meg eisini vissa Jógvan um, at vit vilja tala okkara felagssøk hart og týðiliga á hvørjum einasta palli  – eisini teimum, har Sjálvstýrið ætlar at tiga.

Eg skilji, tað kann gerast neyðugt at lata ein ella fleiri sessir standa tómar, tá Sjálvsstýrið savnar alla megina um at fáa sama umboð valt í  løgtings-, fólkatings- og borgarastjórasess. 

Men eg seti mítt álit á, at øll, sum vilja sjálvbjargnisleiðina, savna seg um eina frælsa føroyska rødd, ið vil møta upp og tala Føroya søk um allan heim. Tí vit fáa onki vald flutt heim til Føroya, um vit tiga og lata sambandsrøddirnar eiga pallin einsamallan.

Lat meg so leggja aftrat, at eg eri púra samdur við borgarstjóran um, at blíðskapurin í Klaksvík er einastandandi. Tað havi eg sannað óteljandi ferðir.

Tað er ivaleyst skeivt at taka nakra løtu fram um aðra. Men hvørja ferð eg hugsi um tær mongu góðu løturnar á stevnum kring landið um útvarpsmaður, hugsi eg um eina serstaka løtu umborð á áttamannafarinum hjá Jógvani Vilhelmsen aftan á kappróður á Norðoyarstevnu.

Í brennandi sólskini borðreiddi hann á bekkinum, meðan aldurnar skvatlaðu dovisliga innanfyri Kósabrúnni. Tíðin stóð nærmast still, meðan vit skoðaðu út á Kunoyarnes og spjallaðu um stórt og smátt. Ein hábærslig – næstan majestetisk – løta á vánni í Klaksvík.

Gott val Jógvan - og heilsa krúnprinsinum.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…
HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri vi…
Hagtøl: Heimavøll fyrst gevur betri úrsl…