Lýsing

JT electric gjørt eitt av størstu fóðurskipum í heiminum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.05.2019 - 09:30 Tíðindaskriv Vinna

Í síðstu viku kom eitt av størstu fóðurskipum í heiminum til landið. Talan er um eitt fóðurskip, sum føroyska fyritøkan JT electric í samstarvi við Sandgrevstur hevur gjørt til Luna. Fóðurskipið hevur ein kapasitet uppá heili 850 tons av fóðri og kann útbyggjast til 1400 tons.

Fóðurskipið kemur at liggja ankrað við alibrúkið á Víkum beint norðanfyri Vágoynna. Hetta er eitt hitt mest útsetta staðið í heiminum, tá tað kemur til aling á sjónum. Tað setur serlig krøv til stabilitet av skipanunum umborð. Stór atlit eru samstundis tikin til umhvørvið, m.a. við at blásarar og motorar eru settir inn í kabinett, so at skipið er friðarligt. Liturin á skipinum ger eisini, at tað fellur betur inn í landslagið.

- Hetta er størsta einstaka verkætlan hjá okkum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Talan er um triðja fóðurskipið, vit hava selt til Luna, og vit eru glað fyri at teir enn einaferð valdu at keypa eina føroyska loysn. Hetta er við til at undirbyggja okkara máli um at gerðast ein av fremstu veitarum av tekniskari útgerð til alivinnuna, bæði í Føroyum og uttanlands.

Hetta er fóðurskip nr. 9, sum JT electric hevur gjørt saman við Sandgrevstur. Talan er um eitt skip, sum er umbygt í Póllandi, har føroyingar hava leitt verkætlanina. Skipið er síðan útgjørdt við nýmótans føroyskt mentari fóðurskipan frá JT electric, sum bæði kann fóðra laksi og rognkelsi ígjøgnum somu skipan.

 

Um JT

JT Electric hevur 33 fólk í starvi og er veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk