Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teknikapping í 4. flokki

SKRIVAÐ: "Slóða Fyri"  |  10.05.2019 - 11:16 Tíðindaskriv Tíðindi

4.flokkarnir á Skúlatrøð hava verið við í eini teknikapping í samband við umhvørvisátakið Slóða fyri. Í morgun blivu vinnarnir funnir. Tað var skúlastjórin Vagn Foldbo, id kunngjørdi 1,2 og 3 plássið.

Nr1: Ayenna 4.a
Nr2: Marita 4.d
Nr3: Olivia 4.a


Lærarar og næmingar á Skúlatrøð siga, at hetta var ein sera hugnalig løta.

 

Um myndirnar varð sagt:


Nr 3 .

Tað var torført at finna útav hvør skuldi hava triðja plássið. Tað vóru ómetaliga nógvar væl gjøgnum hugsaðar, herligar, skilagóðar og vakrar tekningar. Vit høvdu eini 3-4 tekningar um boði at fáa hetta plássið. Tó var tað ein tekning, sum hevði nakað eykað. Hon var væl litað og hevði ein góðan boðskap.

 

Tekningin er deild í tvey. Okkum dámdi væl tær fýrakantaðu og køldu linjurnar í fyrru myndini og so tær meiri bleytu og innbjóðandi linjurnar í seinni myndini. Eisini hildu vit at niðurfelda træið og træið við leskiligu fruktini og fitta fulginum søgdu eina søgu, sum var meningsfull og hugvekjandi.

 

Nr 2.
Sera væl úr hondum greidd tekning við einum góðum boðskapi. Myndina kunnu fleiri av okkum spegla okkum í og snýr seg um týdningin av at koyra rusk í ruskspannina. Okkum dámdi eisini væl at fólk var til gongu á myndini og notu nattúruna framum breiða vegin í bakgrundini. 

 

Nr 1.

Eitt satt listaverk. Tillukku til tín og vit vóna at vit sleppa at brúka tína tekning til okkurt í átakinum ”slóða fyri”. Myndin er ótrúliga væl frágingin, tær minstu detaljurnar eru uppá pláss. Skuggar og dýpt er í tekningini. Einglar og smáir ruskposar. Hvør skal bjarga okkum, spyrja vit? Og kunnu vit lyfta sum einstaklingar? Her er nógv spennandi og gott myndamál í og tað er upp til tann einstaka hvat man far burturúr myndini. Hjartaliga tillukku við vakra 1. Plássinum. Vit eru púra ovfarin.

 

Og takk til tykkum øll, sum hava teknað,lita og lagt orku í teknikappingina. Eisini takk til Alfa sum hava latið vinningar.

Tilber at síggja tekningarnar á bókasavninum í morgin og alla komandi viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund