Lýsing
Mynd frá innsavnanini í fjør.

Hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi í Klaksvík byrjar í Emmaus

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.05.2019 - 11:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Landsinnsavninin hjá Bláa krossi í Klaksvík byrjar í morgin, leygarmorgunin, kl. 10.00 - Pól Johannesen, trúboðari biður tey, sum vilja hjálpa til við innsavnanini um at møta í morgin í Emmaus. Meira um innsavninanina niðanfyri

Kl.10.00 er morgunmatur í Emmaus, har øll eru vælkomin. Øll fáa so eina rutu at ganga og ein avgerð sjálvur nær ein gongur,  aðrenn døgurða ella ein ger tað seinnapartin ella um kvøldi.

Í fjør vóru tað um 20-30 fólk, eisini børn saman við foreldurm og tað gekk sera skjótt at ganga allan býin

Her er ein fitt mynd frá í fjør, havi fingið loyvi at nýta hana.

Øll hjartaliga vælkomin at vera við:

Landsinnsavnan 2019
Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum ‘Øll hava rætt til góð barnaár‘ og ‘Liv Lívið‘.

Øll hava rætt til góð barnaár

Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Genta 14 ár: “Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”

Liv Lívið

Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka-/evnum og /ella gerast bundin at rúsinum. Eisini arbeiða vit við, at minka um trýstið, ið ungdómur merkir, at smakka sær á.

 

Tú kanst stuðla á fimm ymsar mátar:
1. FLYT PENING VIÐ GJALDSKORTI

Tú kanst flyta pening ígjøgnum heimasíðuna hjá okkum. Ovaligu til høgru á hesi síðuni tú ert á ber til at stuðla. Tú kanst velja eina longu ásetta upphædd ella sjálvur seta eina upphædd.

2. LATA PENING Í BÚSSUNA

Leygardagin 11. mai fara fólk at ganga við bússum runt alt landið. Ein møguleiki at stuðla arbeiðnum er við at lata pengar í bússuna, tá ið onkur bankar á dyrnar leygardagin 11. mai.

3. SEND SMS
Til 1910 við boðunum BK, og tú letur 100 kr. Til ber eisini at senda fleiri sms-boð
– Vodafone og Føroya Tele taka einki ómaksgjald.

4. FLYT GÁVU á konto:
Betri Banki 9181-495.393.4
Bank Nordik 6460-419.693.9
Norðoya Sp. 9865-101.533.2
Suðuroyar Sp. 9870-405.626.5

5. KOM Á STUÐULSKONSERT
Stuðulskonsert í Løkshøll sunnukvøldið 12.mai kl.19.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen
B36 spílar seg út til oddabrakið: Ókeypi…
Moody’s - Ríkisfelagsskapu­rin tryggjar f…
Serligan ómak til serligan tørv
Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á…
Fimm Skála-leikarar trilla runt við 11 K…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Tøkk