Lýsing

9. umfar: Stóri dysturin er á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.05.2019 - 18:05 Ítrottur Tíðindi

Eftir 9. umfar er møguleiki fyri, at tað fer at blíva javnari í toppinum millum fleiri lið.

Í hesum umfarinum eru greiðir favorittur í fýra dystum. Oddaliðið KÍ hevur sera truplan dyst, sum er á Skála, har KÍ mangan, m.a. í fjør, hevur havt tað trupult. Niðanfyri verður mett um 9. umfar.

 

Víkingur-EB/Streymur

Víkingur er komið ordiliga í gongd aftur eftir ein lítlan niðurtúr fyrr í kappingarárinum. Hinvegin peikar pílurin niður hjá EB/Streymi, sum við skerdum liði hevur tapt tveir dystir á rað á heimavølli uttan at hava skorað nakað mál. Víkingur er stórfavorittur í hesum dystinum. Tipping: 1 (3-0)

 


NSÍ-AB

NSÍ hevur tríggjar sigrar á rað, meðan AB hevur tapt seks dystir á rað. NSÍ hevur nú flest allar mans tøkar, meðan AB hevur nógvar skaðar í løtuni. NSÍ hevur fult stigatal á heimavølli, meðan AB einki stig hevur fingið á útivølli. NSÍ er stórfavorittur hendan dystin. Tipping: 1 (4-1)

 


B36-TB

Hjá B36 sær eitt sindur ljósari út nú eftir ein sigur seinast eins og liðið er nakað betri mannað enn fyrr. Hjá TB hevur tað gingið striltið síðstu tíðina, og liðið nærkast nú botnstríðnum, sum tey flestu væntaðu áðrenn kappingarbyrjan. Tað tykist vera stórur munur á avrikunum á heimavølli og útivølli. Í Gundadali kann B36 koma at vinna stórt, um TB t.d. ikki verður betri skipað enn í Klaksvík fyri stuttari tíð síðani, tá TB tapti 7-0. Tipping: 1 (4-0)

 


ÍF-HB

Fyrsti heimadysturin hjá ÍF undir leiðslu av Hans Jørgen Djurhuus & Kára Reynheim. HB er við at koma í gongd og hevur nú møguleikan at nærkast fremru liðunum.   Hesaferð eru tó Magnus Egilsson og Dan í Soylu uttanfyri við leikbanni. HB er favorittur, men søgan sigur, at ÍF hevur gott tak á HB á heimavølli. Tað kemur tó sum eitt óvæntað úrslit, um ÍF sær stig her, tí enn hevur einki topp 6 lið mist stig móti uppflytarunum. Tipping: 2 (1-3)

 


Skála-KÍ

Hetta er topp 6 uppgerðin hesaferð og tann á pappírinum nógv mest spennandi dysturin. Skála fekk í fjør fýra av seks møguligum stigum móti KÍ á heimavølli. KÍ hevur síðstu árini altíð havt tað trupult á Skála, og tað verður neyvan nakað undantak hesaferð. Hetta er dysturin millum liðini, sum hava latið fæst mál ígjøgnum, so tað koma neyvan nógv mál hendan dystin. Í fjør kom tilsamans eitt mál í tveimum dystum á Skála millum hesi bæði liðini. Tipping: X (0-0)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair: Hósmorgunin kl. 10 byrjar…
Norð­atlantiska húsið í Odense riggar til
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…