Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er als ongin vilji í landsstýrinum og Bústøðum fyri húsarhaldsskúlanum?

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin  |  10.05.2019 - 14:00 Politikkur Tíðindaskriv

Hvussu ber tað til, at hendan landsstýrissamgongan blívur við at finna forðingar fyri byggingini av nýggja húsarhaldsskúlanum í Klaksvík? Fyrst arbeiddi landsstýrið alt ov seint og hevur brúkt næstan alt hetta farna valskeiðið til at tosa um hesa bygging, síðan skuldu tey hava hjálp frá andstøðuni í løgtinginum til at fáa málið samtykt har í síðstu løtu, og nú kemur ein undirliggjandi stovnur hjá landsstýrinum, Bústaðir, og sigur frá, at tey hava forsømt at seta neyðuga peningin av til hesa bygging, sum hevur verið ávegis í fleiri ár, og sum Bústaðir tí hava vitað um í longri tíð.

Tað er tíverri líkt til, at hvørki hendan landsstýrissamgongan ella teirra undirliggjandi stovnur, Bústaðir, hava tann neyðuga áhugan og viljan til at fremja byggingina av Húsarhaldsskúla Føroya  í Klaksvík, sum í nógv ár hevur arbeitt undir alt ov smáum og ótíðarhóskandi hølisumstøðum. Í øllum førum duga tey sera væl at finna nýggjar forðingar fyri at fremja hesa skúlabygging í Klaksvík.

Men tað eigur kortini ikki at undra okkum, at Bústaðir í sínum fyrireikingararbeiði hevur gloymt at seta av neyðugu fíggingina til hesa bygging í Klaksvík, tí higartil hevur hettaalmenna bústaðafelagið hjá landinum bygt og planlagt umleið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, men einans 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í restini av landinum.

Í hesum føri hevur landsstýrið fyri tíð síðan biðið Bústaðir luttaka í hesi lutfalsliga lítlu íløgu í Klaksvík, men kortini vísir tað seg, at tey hava forsømt at seta av neyðugu fíggingina til hetta lutfalsliga lítlu bygging, og tí hevur almenna felagið brádliga ikki ráð til at gera nakað.

Hetta málið vísir púra greitt, hvussu lítil viljin er hjá bæði landsstýrissamgonguni og hjá Bústøðum, tá nakað skal byggjast í norðurøkinum.

Var nakar vilji og styrki í landsstýri og løgmanni til nakað sum helst í Klaksvík, so góvu tey Bústøðum greið boð um at fremja sín part av hesi lutfalsliga lítlu byggiverkætlan. Alt annað er stór skomm, nú løgtingið hevur samtykt at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.

Hetta málið vísir, at hvørki landsstýrissamgongan ella Bústaðir hava serliga sterkan vilja til at fáa hesa verkætlan um nýggja húsarhaldsskúlan í Klaksvík framda, nú tey enn einaferð megna  at finna fram forðingar fyri at fremja hesa lutfalsliga lítlu bygging.

Enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er, at hendan sosialistiska landsstýrissamgongan fær durafjórðingin í Tinganesi, og at ein arbeiðsfør borgarlig stjórn sleppur framat.

Fólkaflokkurin bæði ætlar og hevur styrkina til at taka við stýringini av føroyska samfelagnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark