Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sita vakt í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2019 - 09:54 Tíðindi

Nú summarið stundar til, verður søkt eftir fólki at sita vakt í kirkjuni.

Christianskirkjan er opin fyri ferðafólki frá hálvan mai til hálvan september, mánadag til fríggjadag frá kl. 10.00 - 16.00. Hetta krevur nógv vaktarfólk, og lýsa vit í hesum sambandi eftir fólki, ið kunnu átaka sær hesa uppgávu, sum ber í sær, at vera í kirkjuni, tá ið fólk kemur.

Tað er einki krav at duga enskt, ella at duga at greiða frá um kirkjuna. Um so er, at ein kann ella vil tað, er tað eisini í lagi.

Tvey hold eru dagliga frá kl.10.00 -13.00 og frá kl. 13.00 -16.00. Tvey til trý eru í hvørjum holdi.

Hevur hetta tín áhugað so vinaliga set teg í samband við Mariu Olsen, kirkjuráðslim, á tlf.282171
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.
Tí skulu vit ráða okkum sjálvum
Fóðurflakin Kleivin opin fyri vitjandi m…
Føroyar ímóti rasismu
Norð­oyastevnan í dag
Kaj Leo skal standa skúlarætt um navnabr…
Stuðla Klaksvíkar Róðrar­felag
Bankarnir gerast alsamt frekari
Símun Absalonsen heldur midnáttarrøðuna
Ein sílatúrur í Vatnsdali við Oyndarfjør…
Solby heldur røðu á norð­oyastevnu
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Benkur uppi á Brekkum
SprittFisk - Filmskapping
Núpur landar í dag