Lýsing

Moirae ger comeback

SKRIVAÐ: Summarfestivalurin  |  16.05.2019 - 14:09 Tíðindi

Rockbólkurin Moirae kann upplivast á palli í summar

Rockbólkurin Moirae fer nú at savnast aftur til eina serstaka framførslu í summar. Rockbólkurin, sum hevði sína stórtíð seinna partin av níti árunum, verður við á ársins Summar Festivali.

Moirae gjørdi fyrstu ferð veruliga var við seg í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1995, sum teir vunnu. Árið eftir góvu teir fløgu út og fingu fleiri hitt, og tvey ár seinni kom enn ein útgáva frá bólkinum. Millum kendastu sangirnar hjá bólkinum eru »Eg flýggi til tónleikin«, »Tú« og »Hvussu kann eg vita?«.

Moirae spældi sera nógv live. Ofta var pallurin í ítróttarhøllunum – á Kambsdali, í Havn og aðrastaðni – og kvøld eftir kvøld flokkaðust fólk til teirra framførslur. Nú eru nógv ár liðin, síðani Moirae spældi seinast, og síðani teir góvust, eru festivalarnir komnir. Tað verður tí eitt heilt serstakt høvi, fólk fáa at uppliva bólkin aftur, tá ið hann spælir á landsins størsta tónleikafestivali í august.

Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, og saman við honum spæla tónleikararnir Hjalti Joensen, Mikkjal Joensen, Kim Hansen og Kaj Johannesen. Teir vera allir við til framførsluna í summar.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kykmynd: Tað rakk ikki hjá KÍ
Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir
HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík
Sjúrður Skaale: - Vit mugu standa saman
Tríggir KÍ-leikarar á U15 lands­lið­num hj…
Impulsivt speakers corner kjak
Magni Arge: - Vit skulu leggja okkum eft…
Dystar­veðrið í dag
Fólka­tingslimir um Arktis á Atlantic Fai…
Atlantic Fair verður eisini í Klaksvík í…
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at…
Bjóða stórmeistara­num av á Atlantic Fair
Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR…
KRINGVARP FØROYA valdi kioskina á  Vagli…
Upptakt: KÍ-HB
Vilja aftur byggja skip í Føroyum
Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur…
HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri vi…
Hagtøl: Heimavøll fyrst gevur betri úrsl…